Kyndil og Tomma vunnu dystin um annað plássið

Kyndil vann dystin um annað plássið í fremstu deildini hjá kvinnum móti VB. Tomma Petersen spældi ein brand dyst í Kyndla málinum. Kyndil vann 23-21.

 

Kyndil byrjaði júst sum móti Stjørnuni, og vóru á odda 12-8 í hálvleikinum. Moti Stjørnuni misti Kyndil alt á góvið í seina hálvleiki, og tað var líka við at henda aftur í dag. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Kyndil á odda 17-11, men bara fáa minuttir seinni var 17-16.

 

Tað eydnaðist ongantíð VB at koma upp á javnt, men tað var ikki fyrr enn seinasti tveir minuttirnar, at Kyndla sigurin kom í hús. Fyri Kyndil var tað serliga málverjin, Tomma Petersen, sum stóð ein branddyst, og bjargaði fleiri ferðir sínum viðleikarum, sum eins og VB leikarnir gjørdu nógv mistøk í opnum spæli.

 

Kyndil hevur nú sjey stig, meðan VB hevur fimm stig. Neistin er langt fremst og hevur tíggju stig.

 

Fremsta deild kvinnur:

Kyndil – VB: 23-21 (12-8)

Kyndil: Simona Jacob 6, Guðrið G. Eysturberg 5, Randi Wardum 4, Turið Arge 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Anja Heinadóttir 2, Jórun Ludvig 1

VB: Gurið Mortensen 5, Marijana Trbojevic 5, Rannvá Johannesen 3, Una Nolsøe 3, Tamara Tadic 3, Helga Eyðunsdóttir 2