Hondbóltur
Hóast kvinnurnar ikki spæla landskappingardyst hetta vikuskiftið, so bendir alt á eitt sera spennandi hondbóltsvikuskiftið.
Teir tríggir dystirnir í mansdeildini eru nevnliga allir av slíkum slag, at tað er sera ilt at meta um, hvør parturin man fara at standa sum vinnari, tá avtornar.
Marran hjá Kyndli
Lagt verður fyri leygardagin, tá Kyndil fær vitjan av H71. Lítil ivi man vera um, at Kyndil í løtuni líkist best koyrandi hondbóltsliðnum í landinum, og móti einum »kreppuraktum« H71-liði, sum nú hevur tapt tríggjar ferðir á rað, skuldi alt talað fyri einum tryggum sigri til teir grønu.
Men ? og tað er eitt menn. Kyndil hevur nevnliga ikki vunnið á H71, síðani teir í grundspælinum í fjør vunnu 33-29 í Hoyvíkarhøllini. Samanlagt gjørdist talan seinasta kappingarár um ein Kyndils-sigur, ein javnleik og ein sigur til hoyvíkingarnar, og hartil vann H71 tá eisini hálvfinalurnar í steypakappingini móti Kyndli. Í ár hevur skorist lítið frægari hjá oddaliðnum. Fyrri dysturin millum liðini í grundspælinum endaði nevnliga við tryggum 31-27 sigri til H71.
Soleiðis er talan spakuliga um at gerast til eitt kompleks fyri teir grønu, og so er spurningurin, um verandi viðrákið - og mótburðurin hjá H71 ? er nóg mikið at broyta hetta.
Kreppurakt Neista-lið
Sunnudagin er so aftur dystur í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá VÍF vitjar Neistan. Eins og hjá Kyndli, so átti verandi formkurvan í landskappingini at borgað fyri einum tryggum sigri til VÍF, men teir gulu munnu tó á ongan hátt kenna seg alt ov tryggar.
Í fyrra dystinum millum liðini var bert eitt mál í seinastu sekundunum á muni. Og tá hevði Neistin júst misnýtt stóran møguleika. Munirnir millum tá og nú eru tó fleiri. Fyrst og fremst, so tóktist Neistin tá at vera á veg upp úr aldudalinum, sum liðið síðani er endað so dyggiliga í, eins og VÍF eftir hetta og fram til seinasta vikuskifti tóktist hava fulla ferð framá.
Spurningurin er so, hvørt hetta verður dysturin, har Neistin skal lyfta sær aftur, og um VÍF steðgaði eitt sindur upp, eftir tapið fyri Kyndli. Ella um talan verður eina staðfesting av stigatalvuni, sum sigur sína greiðu søgu um, at VÍF er klárt sterkara liðið av hesum.
Tvey í viðráki
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið er á Skála, har StÍF tekur ímóti KÍF. Her er talan um tvey lið, sum bæði tykjast hava viðrák í løtuni, og so er spurningurin, hvør teirra skal fáa stigini í hesi uppgerðini.
Fyrra dystin millum liðini vann KÍF við einum máli, og tá var líkt til, at StÍF veruliga var í kreppu. Tann myndin helt sær eisini fram til seinasta vikuskifti, tá StÍF brádliga vann á H71. Og ikki minst gav spælið hjá StÍF í teirri uppgerðini vónir um fleiri stig í komandi dystunum.
KÍF hevur hinvegin eisini havt góðan byrð. Seinasta staðfestingin av hesum var tryggir sigurin á Neistanum, og saman við H71 er KÍF nú á einum hampuliga óvandum bronsuplássi. So er spurningurin, hvørt tann støðan eisini heldur sær til eftir vikuskiftið.










