Kyndil á odda í hálvleikinum

Kyndil og StÍF byrjaðu harra finaluna klokkan 16:00, og skjótt var at málini byrjaðu at rapla inn.

 

Kyndil byrjaðu sum óløgið, og skjótt vóru teir á odda við fimm málum, heili 7-2.

 

Men eftir hálvrunnan fyrsta hálvleik, vóru StÍF byrjaðir at koma fyri seg, og serliga var tað Sveinuri Justinussen fyri at takka.

 

StÍF komu meira og meira við í dystin, og nú hálvleikur er, er rættuliga javnt, og liðini skiftast um at skora. Kyndil hevur tó enn munin, og føra við tveimum, 12-10.