Kyndil nýtt oddalið

(Hondbóltur) Kvinnurnar hjá Kyndli hava við greiðum 29-10 sigri á Stjørnuni lagt seg á odda í Hvonndeildini

Kyndil - Stjørnan: 29-10 (15-6)

Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu í kvøld greiðan sigur á Stjørnuni. Stigatalvan boðaði eisini frá, at hetta var ein stórur biti fyri gestirnar fyri norðan. Stjørnan skoraði tað fyrsta málið í dystinum, men so skoraði Kyndil 12 mál upp í slag.

 

Í seinna hálvleiki økti Kyndil leiðsluna við ellivu málum. Serliga vóru tað skjótálopini hjá Kyndli, ið Stjørnan hevði tað trupult við í verjustøðu. Verjan hjá Kyndli hevði gott tamarhald á gestunum, sum bara fingu 9 mál.

 

Kyndil er við sigrinum fremst í Hvonn deildini við 14 stigum, eitt fleiri enn Neistin, sum tó hevur ein dyst færri.

 

Málskjúttar:

Kyndil: Turið A. Samuelsen 10, Anna S. H. Mohr 6, Anna A. Brimnes 4, Marianna G. Eystberg 4, Randi S. Wardum 3, Bjarta O. Johansen 2, Ásleyg Súnadóttir 1

 

Stjørnan: Mina Sirdal 4, Jórun B. Nielsen 1, Edith Hansen 1, Judit Hansen 1, Simona Petersen 1, simona Florea 1, Paula L. Joensen

 

 

Liðugt: Kyndil vann tryggan sigur

 

43.min: (21-8) Stjørnan hevur trupulleikar við skjótálopunum hjá Kyndli. Samstundis sum tær hava torført við at fáa skot á mál, so blívur tað møtumikið, tá Kyndil skorar upp á skjótálopini.

 

Hálvleikur: (15-6) Kyndil hevur í fyrra hálvleiki vunnið sær eina trygga leiðslu. Tær komu tíðliga á odda við fleiri málum og ikki fyrr enn tær grønu komu upp á tíggju kom Stjørnan í gongd.

23.min: (13-3) Støðan sigur alt í løtuni. Kyndil hevur tamarhald á dystinum, men spælir tó ikki við fullum fokus. Tær hava brent okkurt brotskast og onkrar stórar møguleikar. Spælarar sum Anna Brimnes, Anna Sofía Hjalt Mohr og Turið Arge Samuelsen eru komnar á máltalvuna. Stjørnan hevur stórar trupulleikar í løtuni.

 

10.min: (5-1) Stjørnan tekur time-out. Tað er ikki serliga dramatiskt her í høllini. Fáir áskoðarar og favorittarnir úr Kyndil eru longu greitt á odda. Hetta kann blíva ein langur dystur gestirnar úr Klaksvík um tær ikki fáa fatur rætta endanum

 

Undan dystinum:

Kyndil stórfavorittur í kvøld móti Stjørnuni. Kyndil er nummar trý við einum stigi færri enn Neistin, sum er nummar eitt. Stjørnan hevur bara fingið tvey stig í ár og liggur næst aftast.

 

Kyndil: Tomma Petersen, Bára K. Hansen, Anna S. H. Mohr, Ásleyg Súnadóttir, Bjarta O. Johansen, Guðrun R. Olsen, Anna A. Brimnes, Marianna G. Eystberg, Turið A. Samuelsen, Randi S. Wardum

 

Stjørnan: Raluk Ungureanu, Jansý Jacobsen, Jórun B. Nielsen, Lilja Jacobsen, Anna Jakobsen, Edith Hansen, Mina Sirdal, Ella Petersen, Gudný Johannessen, Judit Hansen, Simona Petersen, Simona Florea, Paula L. Joensen.

 

Støðan í Hvonn deildini:

1. Kyndil 14

2. Neistin 13

3. VÍF 12

4. VB 11

5. StÍF 6

6. Stjørnan 2

7. Søljan 0

 

Hondbóltur í vikuni:

Mikudagin:

Kl. 18.30 Kyndil – Stjørnan (kvinnur)

Kl. 20.00 Kyndil – H71 (menn)

  

Hósdagin:

Kl. 20.30 Søljan – Neistin (kvinnur) 

 

Fríggjadagin:

Kl. 20.00 StÍF – VB (kvinnur)