Manshondbóltur
Eftir eitt ár, har nógv ikki hevur gingið eftir vild, tykist Kyndil kortini standa við øllum møguleikum fyri einum góðum enda á kappingarárinum.
Seinastu umførini hevur úrtøkan verið heilt góð, og sunnudagin fingu teir møguleikan at skræða seg leysar á øðrum plássinum, tá báðir teir argastu kappingarneytarnir snávaðu.
Hjá Kyndli vóru ráðini tó ikki at hugsa um, hvussu gekst í hinum báðum dystunum. Teir máttu gera sítt arbeiði móti H71, og fyrstu longu løtuna gekst hetta als ikki eftir vild. Hoyvíkingar noktaðu snøgt sagt at geva seg, og tí slapp Kyndil ongan veg.
Hetta broyttist tó eftir steðgin. Kyndil buldraði avstað við fullari ferð, og áðrenn H71 kom aftur á talvuna, høvdu vertirnir skotið fimm mál. Hetta punkteraði fullkomuliga spenningin í dystinum, og seinastu 25 minuttirnar kundi Kyndil bara hugsa um at halda fast í fjarstøðuni.
Eitt skifti í endaspælinum var Kyndil á aftasta plássinum, og tí er einki at siga til, at lagið á venjaranum, Jónleif Sólsker, er batnað munandi seinasta mánaðin.
- Tað kanst tú ætla. Líka so keðiligt, sum tað er at tapa – líka so stuttligt er tað at vinna. Og nú kunnu vit av álvara líta frameftir, sigur hann.
Spurdur, hvør orsøkin er til framgongdina, sigur hann, at tað eru fleiri lutir.
- Vit mistu spælskiparan undan kappingarárinum, tí Høgni var í Danmark. Og hóast hann kom aftur undan jólum, so var hann als ikki form. Tað er so nakað, sum vit hava arbeitt nógv við, og hartil eru eisini aðrir lutir farnir virka. Tað hevur kanska eina sjálvstyrkjandi effekt í so máta, at við sjálvsálitinum fylgja fleiri aðrir lutir.
Ein dyst í senn
Jónleif dylur ikki fyri, at málið nú er koma í FM-finaluna, men hann noktar at taka nakran dyst framum, tá tosað verður um seinastu fýra dystirnar í endaspælinum.
- Teir eru allir eins týdningamiklir. Hóast tað hevur gingið væl hjá okkum, so rokni eg als ikki við, at vit skulu spáka okkum gjøgnum seinastu umførini. Har er alt púrasta opið, og bæði móti Neistanum, StÍF og KÍF verður støðan, at teir als ikki hava ráð at tapa móti okkum. Tí ræður um at taka ein dyst ísenn. Gera vit ikki tað, so kann skjótt gerast heilt trupult, heldur Jónleif Sólsker.
Fakta um dystin
Kyndil-H71 33-25 (12-11)
Málskjúttar
kyndil: Rókur Akralíð 7, Janus Einar Sørensen 5, Høgni Klein 5, Kenn Zachariassen 4, Hans Áki Dal Christiansen 4, Hjalti M. Jacobsen 3, Ragnar Stakkstund 2, Hanus H. Johannesen 2, Lars Black 1
H71: Esbern Patursson 10(1), Poul Kjartan Dam 4, Janus Sørensen 4, Tróndur Vatnhamar 3, Niels Viggo Niclassen 2, Dánjal Tórgarð 1, Gunnar Bláberg 1
Brotskøst: Kyndil 2, StÍF 1
Útvísingar: Kyndil 2, H71 4
Dómarar: Kristian Johansen & Kári Hansen.