Kvinnuhondbóltur
Fyri kvinnurnar hjá Kyndli man kappingarárið í mangar mátar hava verið eitt stórt vónbrot higartil í ár. Eftir tvey sera lak ár, har liðið enntá hevur verið í beinleiðis niðurflytingarvanda, skuldi skútan rættast upp í ár. Hópurin sá á pappírinum sera sterkur út undan kappingarbyrjan, og tó at tað ikki varð sagt so hart, so varð flestu staðni teska um, at nú skuldi kósin setast moti heiðursmerkjum.
Fyrstu nógvu umførini hevur tað tó verið so sum so, tá tað hevur rátt um at hildið fast í hesum máli. úrslitini hava sveiggjað úr tí sera góða til tað heilt vánaliga, og eitt nú gekk meira enn mánaður, har einastu stigini, sum liðið fekk, vóru tey fýra, sum vórðu vunnin frá VÍF!
Gekk javnt á
Nú er tó líkt til, at ein lítil vend er komin í. Kanska fyrst og fremst tí liðið nú hevur vunnið tvær ferðir á rað, men eisini tí talan í báðum førum hevur verið um sigrar uttan fyri Havnina.
Sunnudagin var tað Tjaldur, sum stóð fyri framman. Ein dystur, sum kanska á pappírinum skuldi verið hampuliga lættur, men tað er tó einki at ivast í, at Kyndil tók dystin í álvara, eftir at Tjaldur vann fyrru uppgerðina millum liðini.
Tað skuldi eisini vísa seg, at gestirnir høvdu alla orsøk at taka tær gulu í álvara. Tað allar mesta av fyrra hálvleiki leikaði sera javnt á, men eftir at Kyndil seint í hálvleikinum fekk trý mál á rað, tóktist tað, sum um tær høvdu lagt sjógv ímillum.
Tjaldur gav seg tó ongantíð. Sigurin á Kyndli í fyrra dystinum hevði helst eisini givið teimum trúnna uppá, at tað kundi bera til at venda dystinum, og tó at Kyndil hevði leiðsluna allan seinna hálvleik, so slepti heimaliðið ongantíð. Nakrar ferðirnar varð munurin minkaður niður í eittans mál, og eina lítla løtu stóð enntá á jøvnum, men nærri enn tí sama komu tær ikki. Kyndil megnaði hvørja ferð at svara aftur, soleiðis at leiðslan varð varveitt og stigini fingin til høldar.
Eru væl við
Við teimum báðum stigunum, sum dysturin gav, hevur Kyndil nú vunnið seg upp á fjórða plássið í kappingini við tólv stigum. Tað merkir við øðrum orðum, at tær bert eru trý stig eftir oddinum, tá farast skal undir endaspælið, og hetta er í øllum førum eitt væl betri útgangsstøðið, enn tað var fyri bara tveimum vikum síðani.
Hjá Tjaldri er støðan ikki heilt so bjørt. Hóast munurin nú verður skorin í helvt, so eru tær framvegis fýra stig aftan fyri næst niðasta liðið, og sum úrslitini hava verið í grundspælinum, so kann tað vísa seg at gerast tungt at vinna nakað aftur. Hinvegin hevur grundspælið eisini víst, at liðið kann bíta nakað frá sær, og fáa tær hampuliga skjótt eina »succes-uppliving« í endaspælinum, so kann væl vera, at tær brádliga fáa luft undir veingirnar aftur. Ein ógvuliga týðandi dystur í so máta verður longu í fyrsta umfarinum, tá Neistin kemur á vitjan. Heldur óvæntað eru tað tær bláu úr høvuðsstaðnum, sum eru á næst niðasta sessinum, og kann munnurin til hesar minkast til tvey stig alt fyri eitt, fer botnstríðið brádliga at síggja spennandi út.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Kyndil 27-30 (14-17)
Málskjúttar:
Tjaldur: Lenka Ribaric 11(4), Milica Ergic 10, Mona Langgaard 2, Oddvá Fossdalsá 1, Hansa Mikkelsen 1, Heidi Heinesen 1, Kristine Ellingsgaard 1
Kyndil: Lotte Sørensen 9(4), Ann Mari Vang 8, Sonja Smiljic 4, Annika Ljósstein 3, Marjun Tróndarson 2, Iliana Manolescu 2, Heidi Maria Akselsen 2
Brotskøst: Tjaldur 5, Kyndil 6
Útvísingar: Tjhaldur 3, Kyndil 2
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Hallur Danielsen