Kyndil misti finaluna úr eygsjón

Kyndil misti stóran møguleika at blanda seg í finalustríðið, tá teir í kvøld taptu móti Neistanum

Kyndil hevur annars havt góðan byrð seinastu dystirnar, og við einum sigri kundu teir veruliga leggja seg út í stríðið um pláss í FM-finaluni.

 

Men soleiðis skuldi ikki verða. Eftir eina javna byrjan, dróg Neistin frá seinna partin av fyrra hálvleiki, og eftir steðgin bara øktist munurin.

 

Kyndil royndi at svara aftur um miðan seinna hálvleik, og teir minkaðu munin niður í tvey mál, men so steðgaði alt aftur upp, og Neistin vann seg seks mál framum. Seinastu trý málini í dystinum áttu teir grønu, men hesi høvdu bert kosmetiskan týdning, tí stigunum fingu teir ikki fatur á.

 

Úrslitið ber við sær, at Kyndil verður standandi á 15 stigum fyri 16 dystir. VÍF hevur 20 stig, meðan H71 og StÍF hava 16 stig. Í morgin spæla júst H71 og VÍF.

 

Fyri Kyndil skeyt Finnur Hansson átta mál. John í Innistovu skeyt níggju mál fyri Neistan.

 

Kyndil-Neistin 28-31 (14-17)