Kyndil má vinna

Sunnudagin verður ein dystur í Sunset kappingini hjá kvinnum í høllini á Hálsi, tá tey bæði havnarliðini, Neistin og Kyndil, bresta saman.

Í løtuni liggur Neistin á øðrum plássi, har tær eisini enda, meðan Kyndil liggur aftast í deildini tvey stig frá fjórða plássinum, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar í landskappingini. Um Kyndil ætlar sær at røkka hálvfinalunum, so skal dysturin ímóti Neistanum vinnast. Kyndil hevur einaferð fyrr í ár fingið javnleik ímóti Neistanum, so um tær raka dagin, so kunnu tær vinna. Hetta verður tó ikki nøkur løtt uppgávu, tí Neistin fer neyvan at geva Kyndli nakað.