StÍF-Kyndil 23-28 (10-12):
Tað kann væl vera, at StÍF enn er greitt á odda í FM-kappingini. Men leygardagin vísti Kyndil, at teir í løtuni hava sterkasta liðið í føroyskum manshondbólti. Eingin ivi um tað.
Stóri munurin á liðunum leygardagin var, at Kyndil hevði so nógv betur tendringina. Strandingar plaga vanliga ikki at hava teir stóru trupulleikarnar, tá teir skulu seta seg upp til steypafinalur. Og í døgunum upp til dystin ljóðaði eisini, at teir ætlaðu sær til Havnar at hølva Kyndil av. Men tað kom so ongan tíð upp á tal.
Ódnarveður
Kyndil tóktist nevnliga hava leitað sær íblástur í veðurtíðindunum seinastu vikurnar, og fyrust longu løtuna rendi StÍF seg í eitt satt ódnarveður.
Kyndilsmenn vóru í kroppinum á teimum, so skjótt ein hvítur bara nærkaðist tríggja-metra strikuni, og innan fyri verjuna hevði Lars Black veruliga leitað sær ein av sínum bestu døgum fram. Tað sær kanska ikki altíð so spektakulert út, tá Lars stendur í málinum, men fáir málverjar hava eins góðan stíl. Og at hann er trupul at senda bóltin framvið, máttu strandingar skjótt ásanna, tá Lars alt fyri pilkaði stórskjúttarnar hjá StÍF niður.
Og í álopinum var einki roks. Glopppaði strandaverjan tað allarminsta, vóru teir grønu klárir. Og langt ífrá bara við Høgna, sum næstan tykist hava fingið guddomiligan status í Kyndli. Heldur var talan um somikið breiða hóttan, at hvørki verjan ella Marian Cirloganescu megnaðu at gera nakað sum helst, og eftir bara einum korteri tóktist alt mest sum avgjørt. Støðan var tá 8-2 til Kyndil, og so tók StÍF sær eitt time-out, soleiðis at teir kundu gruna um, hvat í ólukkan hetta var, sum rakti teir.
Sjónlig styrki
Steðgurin hjálpti eisini strandingunum. So hvørt sum teir togaðu seg alt nærri teimum grønu, leitaðu tankarnir eitt ár aftur, tá StÍF vann seg yvir líknandi skelk móti VÍF. Serstakliga tóktist Sveinur Justinussen at vísa vegin við nøkrum kanónkúlum inn um Lars Black, og stóri spurningurin var kanska, um Kyndil megnaði at standa móti trýstinum, sum nú kom.
Eitt trýst, sum eisini gjørdist størri bara seks minuttireftirsteðgin. Í eini roynd at steðga StÍF-mótáloi kom Lars Black ov seint út úr málinum. Og tá málverji loftast spælara ístaðin fyri bóltinum, so er bert ein vegur. Og dómararnir ivaðust heldur ikki, tá Lars fekk ostaskorpuna.
Men samstundis undirstrikaði hetta eisini týdningin, sum tað hevur hjá einum liði, tá tú eisini hevur ein klassamálverja á beinkinum.
Magnus Matras telist nevnliga eisini millum teir heilt frægu av slagnum. Ein løtu slapp StÍF at nærkast enn meira, og teir minkaðu eisini munin niður í eitt mál, men nærri komu teir ikki.
Magnus sveiggjaði spælið upp, og tá tað samstundis stóð greitt, at Marian Cirloganescu ikki hevði dagin, har vanligu undrini verða drigin fram á málstrikuni, valdu eisini teir at skifta málverja.
Og lat tað verða sagt, at Rasmus Magnussen als ikki hevði nakran vánaligan dag. Hann hevði fleiri góðar bjargingar, sum hildu StÍF inni í dystinum. Men hóast StÍF enn eina ferð fekk minkað munin niður í eitt mál, so var hetta ikki nóg mikið. Kyndil tók aftur yvir, og hóast strandingar vónaðu, at Marian kundi toga gandakynstrið fram seinastu løtuna, so hjálpti hetta lítið. Kyndilin fekst ikki at sløkna.
Dýrar útvísingar
Og so hjálpti tað heldur ikki, at StÍF tvær ferðir á rað fekk heldur býttisliga útvísing. Fyrru ferðina, tá Alexandur bert fekk nøkur fá sekund á vøllinum, áðrenn hann yvirtendraður helt á fram at spæla, eftir at dómararnir høvdu bríkslað. Seinnu ferðina, tá Borgar ikki tóktist hoyra floytuna og har við fekk sína triðju útvísing og reytt kort.
Ikki minst hetta seinna var dyggur smeitur hjá StÍF. Sum kanska einasti strikuspælarin í landinm, so hevur Borgar nevnliga styrkina til støðugt at taka nærdystir við Janus Einar Sørensen. Og tí lætti tað munandi um álopspartin hjá Kyndli, tá Borgar noyddist út.
Í eini seinastu roynd vald StÍF at mansverja bæði Høgna Klein og Finnur Hansson. Men tá hevði Kyndil enn ein trumf eftir. Hanus Johansen hevði fyri tað nógva hvílt seg á beinkinum, men júst støður sum fýra móti fýra er satt guff hjá honum, og við trimum málum á rað sópaði hann allan iva um úrslitið fullkomuliga burtur. Kyndil er steypavinnari 2008, og tað varð gjørt við slíkum stíli, at onkur av áskoðarunum í løtununum eftir finaluna fóru at tosa um, at strandingar nú mugu syrgja fyri at tapa næsta dystin móti Neistanum. Hetta so teir ikki koma sær í vanda fyri at hitta Kyndil í FM-finaluni eisini!
Fakta um dystin
StÍF-Kyndil 23-28 (10-12)
10 min: 2-5
20 min: 6-8
40 min: 14-15
50 min: 19-20
Málskjúttar
StÍF: David Edvardsen 7, Sveinur Justinussen 5, Bent Djurhuus 3, Leivur Justinussen 2(2), André F. Danielsen 2, Danni Syhler 2, Alexandur Johansen 1, Bárður Danielsen 1
Kyndil: Finnur Hansson 7, Hanus Johansen 4, Josef Abrahamsen 4, Høgni Klein 4, Hans Áki Dal Christiansen 4(1), Janus Einar Sørensen 3, Ken Zachariassen 1, Hjalti M. Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 2
Útvísingar: StÍF 5, Kyndil 2
Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir), Kyndil 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen