Kyndil livir í vónini

Tað var bara ein avgreiðsluspurningur í høllini á Hálsi í gjár. Kyndil er numm trý og skal á vitjan hjá KÍF næsta vikuskiftið

Kyndil vann 37-27 á Team Klaksvík í gjár. Tað var mest sum tað.
Grønlittu havnarmenninir fyrireika seg nú til seinastu royndina at bjóða av í stríðnum um finalupláss.
Kyndil er fýra stig aftan fyri KÍF, sum hevur spælt ein dyst minni. Liðini hittast í høllini í Kollafirði næsta vikuskifti, og tá hevur Kyndil sín seinasta møguleika.

Avgreiðsluspurningur
Team Klaksvík er ein avgreiðsluspurningur hjá hinum liðunum í bestu mansdeildini. Tað ráddi eisini bara um hjá Kyndil at greiða sín setning og fáa tvey stig í gjár.
Heimaliðið fór undan klaksvíkingunum í smáum, og munurin var 10 mál tá avtornaði.
Andrias Sólsker og Bárður Johannesen, Kyndil, vóru toppskjúttar við sjey málum hvør.