Kyndil leyst úr botninum

Við einum tryggum sigri á Tjaldri, staðfesti Kyndils-kvinnurnar, at tær ikki ætla sær at liggja fastar í botninum í vetur

Hondbóltur

Talan var um fyrsta veruliga botndystin í kvinnudeildini, tá Kyndil mikukvøldið tók ímóti Tjaldri í Sunset kappingini.
Liðini bæði vóru niðast á talvuni, og tó at Kyndil hevði eitt stig, so var einki at ivast í, at tær vildu hava bæði stigini hesaferð, soleiðis at veruligur munur kundi skapast til botnin.
Tað var tó dyggur smeitur, at Lotte Sørensen ikki var tøk hjá liðnum. Hon hevur drigist við bruna í hælinum, og setti seg tí ikki føra fyri at spæla. Hinvegin hevði liðið nú Guðrun í Lágabø aftur í málinum, og tað skuldi vísa seg sum góður styrkur.
Hjá Tjaldri hevur mest týðandi leikarin verði Vesna Tomajek, men eisini hon stríddist við skaða, og tí varð hennara lutur í dystinum avmarkaður til tær báðar ferðirnar, sum hon kom inn at skjóta brotskøst.

Settu ferð á
Og Kyndil sýndi skjótt, at tað skuldi gerast tær, ið tóku stigini fyri dystin. Ferðin varð sett upp frá fyrsta bríksli, soleiðis at trýstið á mótstøðuna gjørdist størst møguligt.
Ofta hevur slík ferð givið liðnum alstórar trupulleikar, men hesaferð megnaðu tær sera væl at gera tað einfalda. Spæla upp á krossini, har Randi Wardum slapp framat til skot, og so byrjaði munur at koma í. Eisini tí Kyndil í verjupartinum royndi at stressa Tjaldri. Nakað sum kanska kostaði okkurt málið, tá holini í verjuni gjørdust ov stór, men samanlagt tóktist talan tó vera um skilagóða avgerð.
Talan gjørdist sjáldan um nakra veruliga útklassering av Tjaldrinum, men sum dysturin leið, so gjørdist gongdin alt meira ein staðfesting av, at í løtuni er Tjaldur veikasta liðið í deildini. Í øllum førum so leingi, sum liðið ikki hevur styrkt seg við teimum útlendingum, sum felagið sigst hava í umbúna.
Hjá Kyndli var talan hinvegin um hugaliga staðfesting. Hóast mótstøðan var minni, enn hon so ofta hevur verið, so megnaði liðið sera sannførandi at seta seg á dystin, og hetta fær ikki verið annað enn gott fyri sjálvsálitið. Fæst verjuspælið so eisini upp at koyra, kann væl verða, at Kyndil eisini kann arga okkurt av hinum feløgunum av og á.

Fakta um dystin
Kyndil-Tjaldur 28-21 (13-8)
Málskjúttar
Kyndil: Randi Wardum 13(5), Linda Weihe 6, Súsanna Petersen 3, Ann Mari Wang 2, Hildur Mikkelsen 2, Kari-Ann Petersen 1, Anja Midjord 1
Tjaldur: Mona Langgaard 8(5), Jacoba Langgaard 4, Anni Højgaard 4, Kristine Ellingsgaard 2, Anna Hansen 1, Vesna Tomajek 1(1), Heidi Heinesen 1
Brotskøst: Kyndil 7, Tjaldur 7
Útvísingar: Kyndil 3, Tjaldur 3
Dómarar: Pole Hansen & Hartvig Joensen. Gjørdu ikki uppgávuna truplari enn neyðugt.