Kvinnurnar hjá Kyndli hava tey seinnu árini ofta verið eitt lið, ið kann stinga seg upp av og á og syrgja fyri onkrum meira ella minni óvæntaðum úrsliti. Gjarna er tað ímóti onkrum av teimum frægaru, ofta grannunum úr Neistanum, at Kyndil brádliga fær tiltuskað sær stig og skapt góðar støður í kappingini.
Spurningurin er tó, um Kyndil ætlar sær meira enn bara tað í vetur, tí í løtuni liggja tær grønu bara eitt stig aftan fyri Stjørnuna og VB, sum eru liðini, ið liggja mest framvið at sleppa í FM-finalur ímóti Neistanum, ið er væl á odda í Sunset-kappingini.
Dysturin hjá Kyndilskvinnum í gjár var ímóti VÍF, sum eisini hevur eitt kvinnulið, sum góðar dagar kann geva fleiri av hinum ein skarpan gang. So var eisini í gjár á Hálsi, at VÍF kom betur frá byrjan og eisini tað nógva av fyrra hálvleiki helt fast við leiðsluna, sum í hálvleikinum var eitt mál, 15-14.
Sama skilið var fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, men so fekk Kyndil brádliga tikið seg framum við tveimum og trimum málum, og tann munin fekk VÍF ongantíð tikið aftur, so dysturin endaði við einum tveymálssigri til Kyndil, sum vann 25-23.
Tað sær kanska ikki út av so nógvum, men væl munaði tað í stigaposanum hjá Kyndli, sum tískil er næstan líka fullur sum tann hjá kvinnunum í Klaksvík og Vági. Komandi dystir mugu so vísa, um hetta fer at halda og hvussu Kyndil fer at standa seg í kappingini við hini bæði, ið renna aftan á Neistanum.
Kyndil: Annika Sigurðsdóttir 11, Ásleyg Súnadóttir 4, Anja Heinadóttir 3, Jórun S. Ludvig 2, Birita Mortansdóttir 2, Anna Brimnes 1, Guðrið G. Eystberg 1, Bjarta Johansen
VÍF: Torgunn Johansen 6, Liljan Djurhuus 5, Agnas Olsen 5, Linda Davidsen 2, Annika Poulsen 2, Tóra Seloy 2










