Hondbóltur ? menn
Eftir eina mest sum katastrofala fyrru hálvu, hevur nýggja liðið hjá Kyndli veruliga sýnt seg frá sínari bestu síðu í endaspælinum. Avrikini eru støðugt vorðin betri, og á stigatalvuni hevur hetta viðført, at liðið hevur førkað seg frá aftasta upp á fjórða pláss.
Eingin ivi
Leygardagin í Vestmanna var ongan tíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Frá dystarbyrjan var tað Kyndil, sum setti kósina, og alla tíðina hildu teir seg nøkur mál frammanfyri.
Sum skilst, so vóru tað serstakliga Høgni Klein og Janus Einar Sørensen, sum vodlaðu mótstøðumonnunum høvuðbrýggj, og serstakliga hjá Høgna mundi hetta kennast sum eitt slag av uppreisn eftir laka avrikið móti VÍF hóskvøldið í seinastu viku
Í seinna hálvleiki helt gongdin fram. Kollfirðingar royndu snildur av ymsum slag, men tað vóru mest sum bert teir báðir útlendsku leikararnir, sum veruliga vóru nøkur hóttan, og hetta var sjálvsagt langt ífrá nóg mikið. Kyndil hevði nú fullkomuliga tamarhald á, og tó at liðið telur hópin av ungum leikarum, so fullu hesir ongan tíð í grøvina at taka ov lætt upp á uppgávuna, soleiðis sum talan ofta verður um, tá dystargongdin er, sum hon var.
Merkisvert
Sigurin tók Kyndil enn eitt fet uppeftir á stigatalvuni, og uttan at taka nakað frá nøkrum, so kann ikki sigast annað enn, at gongdin í seinnu hálvu hevur veirð merkisverd hjá liðnum. Kanska er tað tann sannroynd, at eftir grundspælið vóru allar vónir til liðið burtur, og tískil hava leikararnir kunna spælt uttan trýst av nøkrum slag seinastu dystirnar. Tað er tó undir øllum umstøðum merkisvert, at leikararnir alla tíðina hava hildið fast um motivatiónina at spæla, tí møguleikin fyri heiðursmerkjum er mest sum eingin, og heldur ikki er nakar vandi fyri niðurflyting.
Hetta seinasta má bara sigast at vera gott fyri kollfirðingar, sum nú eru fullkomuliga isoleraðir í botninum. Saman við hoyvíkingum hava teir verið vónbrotið í endsaspælinum, og mest av øllum munnu teir nú síggja fram til summarsteðgin, sum loksins kann geva teimum ein steðg frá hondbóltinum, tí í løtuni tykist spæligleðin á liðnum at vera púrasta eingin.
Dysturin í tølum
KÍF-Kyndil 22-29 (10-16)
Málskjúttar:
KÍF: Iljan Topic 6, Durica Tomic 5(1), Jákup Dam 4, Petur Martin Poulsen 3, Regin Petersen 2, Kristian Madsem 1, Vagnur Johannesen 1
Kyndil: Høgni Klein 10(1), Bárður Johannesen 9(2), Janus Einar Sørensen 7, Ken Zachariasen 1, Regin Johannesen 1, Hans Andreasen Dahl 1
Brotskøst: KÍF 1, Kyndil 5
Útvísingar: KÍF 3, Kyndil 4
Dómarar úr Stjørnuni: Carsten Andreasen & Geir Wardum.