Kyndil kom upp á 2. pláss við betri málmuni enn Neistin, tá tær sunnudagin vunnu 29-20 á GÍ. Tað var enn eina ferð Lotte Sørensen, sum var høvuðsmegin aftan fyri sigurin. Hon gjørdi fimm mál á rað, tá Kyndil upp á sjey minuttir fór frá 1-0 til 6-2. GÍ fylgdi væl við í fyrra hálvleiki, men støðan í steðginum var 11-8 til Kyndil.
Munurin øktist so spakuliga í seinna hálvleiki, og endastøðan gjørdist 29 til Kyndil og 20 til GÍ.
1. deild kvinnur:
GÍ-Kyndil 20-29 (8-11)
GÍ: Kristine Ellingsgaard 5, Sunrid Gleðisheygg 5, Beinta Joensen 4, Maria Olsen 3, Sonja Gleðisheygg 1, Annika Jacobsen 1, Urd Potts 1.
Kyndil: Lotte Sørensen 9, Ann Hansen 6, Herborg Joensen 4, Frida S. Johannesen 4, Rakul N. Joensen 3, Brynhild Klein 2, Jensia Petersen 1.
Útvísingar: GÍ 3, Kyndil 1.