Tað var spenningur til seinasta minutt, tá Kyndil mikukvøldið vann 24-22 á felagsliðnum VÍF/Tjaldur. Í hálvleikinum var felagsliðið á odda við fýra, men tíðliga í seinna hálvleiki kom Kyndil upp á javnt.
Dysturin kundi koppa báðar vegir, men tríggjar útvísingar upp á seks minuttir gjørdi fortreyturnar hjá gestunum nakað verri miskeiðis í seinna hálvleiki.
Kyndil valdi eisin at mansverja Adinu Petrea í seinna hálvleiki, eftir at hon skjeyt heili fimm mál í fyrra hálvleiki. Liljan Djurhuus og Sarah Hansen toku tí yvir í seinna hálvleiki fyri felagsliðið.
Kyndil fekk oda seg framum. Við støðuni 23-22 hevði VÍF/Tjaldur ein risa møguleika at javna, men Tomma Petersen stórbjargaði í Kyndla málinum. Í hinum endanum avgjørdi Kyndla toppskorarin, Guðrið G. Eysturberg dystin við máli til 24-22.
- - -
Kyndil – VÍF/Tjaldur 24-22 (12-16)
Kyndil: Guðrið G. Eysturberg 7, Turið Arge 4, Ásleyg Súnadóttir 3, Jórun Ludvig 2, Bjarta Johannesen 2, Anna Brimnes 2, Anja Heinadóttir 1, Birita Mortansdóttir 1, Annika Sigurðsdóttir 1, Randi S. Wardum 1
VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 7, Liljan Djurhuus 5, Sarah Hansen 5, Amanda Kristensen 3, Heidi Sevdal 1, Tóra Seloy 1