Meðan oyggjaleikir eru á Isle of Wight, eru ungdómsliðini hjá Kyndli farin til Granollers í Spania at kappast á hondbóltsstevnu, har 3000 hondbóltsspælarar úr 17 londum eru við.
Granollers er býur, sum liggur 60 kilometrar uttan fyri Barcelona. Tilsamans 100 spælarar og venjarar eru við Kyndli í Granollers. Aftrat teimum eru 150 foreldur, systkin og onnur knýtt at felagnum við í ferðalagnum.
Hondbóltsstevnan í Granollers varð sett í gjár kl. 18.00. Karnevaltónleikur og kanónbrestir settu dám á býin, tá tey 3000 íðkandi marsjeraðu av torginum í eina stóran ítróttarskála at síggja spennandi hondbóltsdyst.
Í dag skulu liðini hjá Kyndli dystast við lið úr nógvum ymiskum londum. Lið eru komin heilt úr India, Kolumbia, Argentina, Kanada og Suðurkorea til Granollers at kappast. Eisini norsk, donsk og svensk lið eru í kappingini.
Á www.kyndil.fo ber til at síggja myndir frá ferðini í Granollers. Myndirnar vísa, at veðrið er avbera gott í Spania, so túrurin verður ivaleyst ógloymandi fyri tey mongu, sum eru farin avstað.