Undan hesum kappingarárinum var avmarkað, hvussu stórar vónir hini liðini høvdu til Neistan, ið annars hevur verið millum tey fremstu seinnu árini. Flestu profilarnir eru burturi og í staðin verður arbeitt við at byggja eitt nýtt lið upp, sum skal gera ein vørr um nøkur ár, heldur enn her og nú.
At Neistin er á rættari leið, sæst alsamt oftari, nú fimm dystir eru spældir. Gamaní, er einasti sigurin vunnin á Team Klaksvík, ið er uppaftur verri fyri við fólki, men eisini í fleiri av hinum dystunum hava taktirnar verið góðar, hóast liðið í álopspartinum ikki er so væl fyri, eitt nú uttan nakran veruligan skjútta.
Grannauppgerðin í gjár var heldur einki undantak, tí her fingu menninir hjá Neistanum víst, at teir kunnu standa seg sera væl í verjuni og eisini eru væl fyri við málmonnum. Tað sást millum annað ta allarfyrstu løtuna, tá Neistin fekk hildið Kyndli frá yvirhøvur at fáa mál í meira enn tíggju minuttir.
Hinvegin er Kyndil eitt av liðunum, ið hevur fingið nógv og gott fólk, so liðið er munandi sterkari enn síðsta vetur, tá tað endaði við botnplássi. Og at dygdirnar hjá Kyndli kunnu røkka heilt langt í vetur, fekk liðið eisini víst í seinna hálvleiki, tá tað eydnaðist at venda øllum til egnan fyrimun, eftir at tað hevði staðið á jøvnum í steðginum.
Spælandi venjarin, Finnur Hansson, var í seinna hálvleiki rættiliga náðileysur ímóti sínum gamla felag, tí við sjey av teimum 17 málunum eftir steðgin var hann helst fremsta orsøkin til, at Neistin ikki fekk stórt meira burturúr, umframt at Erlendur Johannessen við fleiri góðum bjargingum pilkaði teir bláu niður, so Kyndil stóð eftir sum vinnari.










