Eftir óvæntaða tapið móti VB var kravið til Kyndilskvinnurnar, at tær skuldu vinna útidystin móti Stjørnuni í kvøld, um tær ætlaðu sær í hálvfinaluna.
Og tí kravinum rukku tær grønu. Úrslitið av dystinum í Klaksvík í kvøld gjørdist ein tryggur 27-16 sigur til Kyndil, sum var á odda 11-8 í hálvleikinum.
Í hálvfinaluni skal Kyndil hitta VÍF, sum greiddi sín setning móti StÍF. Hendan dystin vann VÍF 34-24, og vann VÍF sostatt bólk 1 og skal spæla móti nummar tvey í bólki 2.