Tað var kæti í leguni hjá Kyndli, tá ið tað í dag eydnaðist kvinnunum at vinna steypafinaluna ímóti H71, sum varð roknað at vera greiður favorittur.
Tað hevur verið steypakapping hjá kvinnum í hondbólti síðani 1987. Kyndil hevur luttikið í øllum kappingunum, og fyrsta ferðin, at Kyndil vann seg í finaluna, var í 1990, tá ið Neistin vann so sannførandi 25 – 12.
Áðrenn tað í 2000 eydnaðist Kyndli at vinna finaluna fyri fyrstu ferð, var Kyndil í finaluni fýra ferðir aftrat ella fimm ferðir í alt, áðrenn tað í 2000 loksins eydnaðist at vinna. Tað var ímóti VB, og úrslitið var 22 – 21. Síðani hevur Kyndil vunnið finalurnar í 2014, 2017, 2019 og so í 2022.
Í dag var støðan við dystarlok 29 – 29 eftir 13 -12 leiðslu til H71, tá ið tað var hálvleikt. Eftir fyrru fimm minuttirnar í longdu leiktíðini var støðan 32 – 31 til Kyndin, sum vann 36 – 34.
https://in.fo/news-detail/myndir-kyndil-er-steypavinnari-2022
Kyndil – H71 36 – 34
Steypafinala kvinnur
Í Høllini á Hálsi leygardagin 19. mars 2022 kl. 18.00
Dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík
Kyndil: Svanna Hjartvarsdóttir, Bára Krossteig Hhansen 9, Silja Geirsdóttir Eystberg, Bjørt Krossteig, Fríða N. Olsen, Súna Krossteig Hansen 7, Rebekka Maria Joensen, Nicoline Poulsen Kirk, Barbara Hammer, Anja Heinadóttir Hammer, Ró Nielsen, Brá Reginsdóttir, Joan Johannesen, Hjørdis Viðstein 4, Anja Eliasen 3, Turið Arge Samuelsen 12
Á beinkinum: Geir Wardum, Birgir Hansen, Hans á Lag, Dávur Clementsen
H71: Rúna J. Larsen, Elsa Egholm, Rannvá Olsen 2, Vár B. Zachariasen 2, Bjørk Brimnes, Maria H. Weyhe 12, Karina E. Rubeksen, Brynhild Pálsdóttir 2, Eva Barba Arge 1, Alda av Skarði, Anna á Steig, Lív B. Zachariasen 1, Sára Jacobsen, Jana Mittún 8, Marita Mortensen 3, Guðrið B. á Borg 3
Á beinkinum: Ingi Olsen, Mark Lausen-Marcher, Jóhan Hofgaard, Sebastian Christensen