Tveir dystir eru spældir í Hvonndeildini í dag. Annar av hesum var ein av tí heilt spennandi slagnum, har nummar trý og nummar tvey í Hvonndeildini, VÍF og Kyndil, brustu saman í høllini í Vestmanna.
Undan dystinum var Kyndil bert eitt stig frammanfyri VÍF á stigatalvuni, og harvið høvdu vestmenningar møguleika at leggja seg á finalupláss, um tað eydnaðist teimum at vinna ímóti grøna høvuðsstaðarfelagnum.
Í fyrra hálvleiki var talan um ein javnan dyst, og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 10-10. Í seinna hálvleiki var søgan tó ein onnur, tí at har vísti Kyndil veruliga VÍF, hvar skápið skal standa. At enda vann Kyndil ein tryggan sigur áljóðandi 24-18.
Toppskjútti í dystinum var Marianna Geirsdóttir Eystberg hjá Kyndli, ið er dóttir venjaran hjá VÍF, Geir Wardum. Hon skoraði níggju mál.
Úrslitið merkir, at stigamunurin ímillum Kyndil og VÍF er trý stig. Samstundis hava liðini bert tveir dystir eftir at spæla í landskappingini. Sostatt skal VÍF vinna báðar sínar síðstu dystir, meðan Kyndil skal tapa sínar, um VÍF skal vinna sær pláss í finaluni.
Málskjúttarnir í dystinum í høllini Vestmanna vóru hesir:
VÍF: Brynja Rógvadóttir 7, Marianna Holm Jacobsen 6, Agnas Olsen 2, Beinta Sveinbjørnsdóttir 1, Ronja Johannesen 1 og Kathe Frederiksen 1.
Kyndil: Marianna Geirsdóttir Eystberg 9, Turið Arge Samuelsen 5, Bjarta Johansen 4, Gudrun Restorff Olsen 3, Bára Krossteig Hansen 2 og Anna Brimnes 1.










