Kyndil hevði ongan møguleika

Neistin staðfesti trygt sína oddastøðu leygardagin, tá bláa høvuðsstaðarfelagið vann við 14 málum á Kyndli

Hondbóltur

Neistin bukaði grannarnar grønar. Neistin hølvaði Kyndil av. Neistin var nógv best í høvuðsstaðnum. Neistin lat Kyndil úr.
Yvirskriftirnar kundu verið fleiri. Men tað er satt, sum tað er sagt. Kyndil hevði ongan møguleika í grannabrakinum móti Neistanum í høllini á Hálsi leygardagin. Eldra høvuðsstaðarfelagið vann greitt og staðfesti sína støðu sum oddalið í bestu mansdeildini.

Gott tol
Janus Einar Sørensen, Bárður Johannesen, Hans Áki Dal-Christiansen, Høgni Klein og hinir á liðnum hjá Kyndli líktust ikki sær sjálvum á vøllinum leygardagin. Allir avrikaðu væl undir tað, teir plaga, og tað var serliga tí, at Neistin slapp at renna undan grannunum frá byrjan.
Einki skal hinvegin takast frá avrikinum frá eldra høvuðsstaðarliðnum. Tí tað var sanniliga eisini teimum at takka, at munurin gjørdist so stórur. Serliga í álopspartinum høvdu teir tol og dirvið, hóast 10 mál skiltu liðini. Tað er teimum rós uppiborið.
Tróndur Kragesten var fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum við á liðnum hjá Neistanum. Hann royndist væl eftir umstøðunum, hóast mótstøðan lítið og einki gjørdi við at verja fyri honum og viðleikarunum.

Tóku Hanusarson úr
Dia Midjord, venjari hjá Kyndli, gjørdi ymsar broytingar í royndini at standa móti trýstinum frá grannunum. Eitt av uppskotunum var at mansverja Heina Hanusarson, sum skeyt tvey av málunum hjá Neistanum. Tað gav sjálvsagt verjupartinum hjá Kyndli meira pláss at verja í, og tað gagnnýtti oddaliðið til fulnar.
Jugoslav Djumic og David Edvardsen vóru bestu málskjúttarnir hjá Neistanum. Teir skutu átta mál hvør. Janus Einar Sørensen og Hans Áki Dal-Christiansen skutu fimm mál hvør fyri Kyndil.