Á heimasíðuni hjá felagnum boðar Kyndil frá, at tey fara at hita upp í Bowling-høllini á Hálsi frá klokkan 12. Har verður andlitsmáling, kyndilstónleikur og upphiting annars á skránni, soleiðis at grøni herurin er best møguliga fyri, tá farið verður yvir í Ítróttarhøllina á Hálsi.
Í kvinnufinaluni spælir Kyndil móti Neistanum, og tann dysturin byrjar klokkan 13.30. Mansfinalan stendur millum Kyndil og KÍF, og har verður fyrsta bríkslið klokkan 16.00.