Kyndil helt tørn

Kyndil-H71 30-32 (13-15):

Tað gjørdist ongan tíð heilt spennandi, tá Kyndil í dag skuldi verja seks mála leiðsluna, sum teir høvdu vunnið sær í fyrru hálvfinaluni móti H71.

Gestirnir tóktust í stórum pørtum av dystunum sum teir grammaru, men tá leiðslan var størst, var hon trý mál, og tað var ov lítið.

Eftir steðgin fekk Kyndil eisini betri tak á dystinum, og í longum løtum vóru teir á odda. Ikki fyrr enn seinastu løtuna komu hoyvíkingar aftur framum, men tá var ov seint.