Á skránni til móttøkuna verður millum annað heiðran av trimum av undangongumonnum felagsins, sum hendan dagin verða útnevndir heiðurslimir.
Nýggj fløga við 10 løgum verður løgd fram, og høvi verður hjá áhugaðum at ogna sær hana á staðnum. Sangirnir og løgini eru tey flestu spildurnýggj og gjørd til høvið.
Øll handbóltsáhugað, kyndilsfólk sum onnur, eru hjartaliga vælkomin, og er onkur, sum á staðnum vil heilsa felagnum, so er hann eisini hjartaliga vælkomin til tað.
Søguskriving og kapping
Søga felagsins verður skrivað í løtuni. Tað er útvarpsmaðurin Suni Merkisstein, sum hevur átikið sær uppgávuna. Útgávudagurin er settur at verða 18. mai.
Verður fyri yngru liðini fríggjakvøldið og leygardagin. Flestu feløg í landinum eru við, og heiðursmerki verða latin nr. 1, 2 og 3 í øllum deildum.
Skráin fyri kappingini er send feløgunum, men hon sæst eisini á heimasíðu felagsins : www.kyndil.fo
Myndaframsýning og tombola skuldi vera í SMS hetta vikuskiftið, men av tí at har verður bygt um, er framsýningin útsett til seinni.
Leygarkvøldið 11. mars verður veitslan í HB-húsinum.