Kyndil-H71 útsettur

Ætlandi skuldi talan annars verða um tveir dystir, men í gjár boðaði HSF frá, at dysturin millum Kyndil og H71 er fluttur til týskvøldið vegna forfall.

Tað gevur StÍF møguleikan til veruliga at toga seg leyst í stríðnum um at fylgja við Neistanum í oddinum á stigatalvuni.

Kollfirðingar hava tó bitið væl og virðiliga frá sær seinastu umførini, og tí bendir einki á, at StÍF skal hava nakra lætta uppgávu í dag.

Mansdysturin á Skála byrjar klokkan 15.30.