Kyndil-H71 17-21 (9-8) H71 á finalukós

Hoyvíkingar greiddi sína skyldu, tá teir vitjaðu hjá Kyndli í gjár. Tvær útvísingar í seinna hálvleiki komu dátt við hjá heimaliðnum, og tá kundi H71 lætt renna undan.

Tá bæði Hans Áki Dal-Christiansen og Janus Einar Sørensen miðskeiðis í seinna hálvleiki noyddust út at sita í tveir minuttir, fall avgerðin. Gestirnir øktu leiðsluna úr tveimum upp í fýra mál, og síðan kundu hoyvíkingar frøast um triðja sigurin upp í slag.

H71 vann seg í gjár upp á annað finaluplássið. Við ósigrinum hjá Neistanum í Vestmanna, komu hoyvíkingar upp á liðina á steypavinnarunum, sum hava verri málúrtøku enn H71.

 

Fylgdust fyrra umfarið

Kyndil hevur áður í hesum kappingarárinum stolið stig frá oddaliðunum. Hoyvíkingar væntaðu sær sjálvsagt ein torføran dyst, og tað fingu teir sanniliga eisini.

Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik. Í málinum hjá Kyndli stóð Erlendur Johannesen sera væl og vardi fyri fleiri atsóknum hjá gestunum.

Serliga høvdu gestirnir úr Hoyvík torført at verja fyri Hans Áka Dal-Christiansen, sum var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.

Støðan í hálvleikinum var 9-8 til Kyndil.

 

H71 fer avstað

Heimaliðið dugdi væl at taka ferðina úr spælinum hjá hoyvíkingum. Men stríðshuganum bilti einki hjá gestunum, og tað hjálpti sera væl í løtum, tá spælið ikki riggaði. H71 hevði fleiri valmøguleikar í álopspartinum, har Esbern Patursson, Halgir Dahl Olesen, Dánjal Torgarð og Bárður Brimvík royndust væl.

H71 var á odda 15-13, tá Kyndil fekk tvær útvísingar. Gestirnir tóku av og avgjørdu við tveimum málum í hesum tíðarskeiðnum, so Kyndil ikki megnaði at svara aftur.

Hoyvíkingar hava sjáldan ligið so væl fyri í oddastríðnum sum nú. Komandi vikuskiftið vitja kollfirðingar í Hoyvík, og tá er kravið aftur tvey stig.