Kyndil í hálva øld

Fríggjadagin var almenn móttøka í Miðlahúsinum fyri nýggju bókini hjá Suna Merkisstein, Bjartur lýsir kyndilslogin. Henda bókin lýsir fyrstu 50 árini av søguna hjá hondbóltsfelagnum Kyndli

Miðlahúsið var mest sum fult av fólki, tá ið nýggja bókin hjá Suna Merkisstein, Bjartur lýsir Kyndilslogin, bleiv løgd fram í Miðlahúsinum fríggjadagin. Bókin umrøður tey fyrstu 50 árini av glæsiligu søguna hjá hondbóltsfelagnum Kyndli.

Sprottið úr Losjuni
Tann 10. mars 1956 bleiv helst mest sigursvanda felagið í føroyskum hondbólti sett á stovn. Nógv fólk var komið saman til stovnandi aðalfund í Losjuni hetta leygarkvøld, og í alt 37 fólk skrivaðu seg upp sum lim sjálvan stovningardagin. Hetta var byrjanin uppá søguna hjá hondbóltsfelagnum, Kyndli.
Kyndil var sprottið úr ungmannadeildini hjá Losjuni, og hetta felag var eitt avhaldsfelag burturav. Fyrstu árini vóru tað bert limir í Losjuni, sum sluppu at umboða Kyndil. Liðini byrjaðu at spæla í táverandi meðaldeildini, sum svarar til okkara 2. deild, men longu fyrsta árið flutti besta mansliðið hjá Kyndli upp í bestu deildini.
Menninir gjørdu skjótt av. Teir vunnu meistaraheitið longu í fyrstu royndini í 1957, og eftir hetta vunnu teir meistaraheitið á hvørjum ári líka fram til 1968, tá ið teir blivu koppaðir av vestmenningum. Í hesum tíðarskeiðinum vunnu kvinnurnar hjá Kyndli eisini sítt fyrsta meistaraheitið. Hetta var í 1964.

Høllin kom
Í 1970 kom ítróttarhøllin á Hálsi, og hetta gjørdist ein broyting fyri hondbóltin í Havnini. Nú gingu ungdómar og spældu í høllini dagliga, og hetta gjørdi, at fleiri fólk komu at umboða Kyndil, sum ikki vóru limir í Losjuni.
Upp ígjøgnum 70 árini sær man burturfrá limaskapi í Losjuni, og hetta eru fyrstu broytingarnar í hondbóltsfelagnum. Sjálvt um liðið er fyri ávísum broytingum, so vísir hetta seg ikki at ávirka úrslitini. Kyndil blívur við at halda fast í oddinum í føroyskum hondbólti, og eftir tapið fyri VÍF í 1968 vinnur Kyndil aftur meistaraheitið seks ár á rað í árunum frá 1969 til 1974.
Í 1975 blivu kyndilsmenninir tó enn einaferð steðgaðir av VÍF. Í staðin vóru tað kvinnurnar hjá Kyndli, sum tóku yvir. Tær megnaðu nevniliga at tryggja Kyndli næsta meistaraheitið í bestu kvinnudeildini hetta árið.
Besta mansliðið hjá Kyndli var aftur á ovastu rók í 1976 og 1977, áðrenn teir blivu steðaðir av Neistanum í 1978. Eftir hetta byrjaði eitt 20 ára tíðarskeið í føroyskum manshondbólti, har Kyndil og VÍF sótu á øllum.

Óheft av Losjuni
Eftir at Kyndil hevði sett dagsskránna í føroyskum manshondbólti síðani stovningarárið 1958, so byrjaði eitt annað felag at geva teimum harða kapping frá síðst í 70 árunum og 20 ár fram.
VÍF bygdi eitt gott lið upp hesi árini at kappast ímóti liðnum hjá Kyndli, og hetta gav eisini úrslit hjá vestmenningum. Frá 1980 til 1987 vann VÍF seks meistaraheiti, meðan Kyndil vann tvey, og nú var kappingin ímillum Kyndil og VÍF vorðin nógv harðari. Hetta vóru risarnir í føroyskum manshondbólti.
Hesi árini vóru eisini færri og færri Losju-limir at finna á kyndilsliðnum, og tá ið Kyndil so vann meistaraheitið aftur í 1988, eftir at VÍF hevði vunnið tað síðsta trý árini, var hetta fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, at eingin limur í Losjuni var á liðnum. Nú hevði Kyndil endaliga flutt seg frá at vera partur av avhaldsfelagnum Losjuni til at vera eitt hondbóltsfelag burturav.

Fantastiskur dystur
Frá 1988 vann Kyndil meistaraheitið seks ár á rað, og hesi árini var tað aftur Kyndil, sum setti dagsskránna í føroyskum manshondbólti. Teir vóru rættiliga nógv tað besta liðið, men í 1993 blivu teir aftur steðgaðir av vestmenningum.
Kyndil vann aftur í bæði 1994 og 1996, men so steðgaði fullkomiliga upp hjá besta mansliðnum hjá Kyndli. Nú tók VÍF yvir fram til 1998, men í 1999 endaði ein long sigursrøð hjá Kyndli og VÍF. Síðstu 20 árini høvdu tey vunnið 10 meistaraheiti hvør, men í 1999 eydnaðist strandingum at enda á ovastu rók.
Kyndil var eisini steðgað rættiliga upp við at vinna meistaraheiti, og menninir máttu bíða í átta ár, áðrenn tað aftur eydnaðist teimum at vinna. Hesi árini høvdu kvinnurnar í felagnum tó bygt eitt gott lið upp. Hetta gjørdi, at Kyndil fyri fyrstu í søguni megnaði at vinna tvey meistaraheiti á rað hjá kvinnunum. Hetta var í 1998 og 1999.
Í 2004 bragdaði so endiliga aftur hjá besta mansliðnum, tá teir vunnu meistaraheitið í síðsta dystinum á árinum. Hesin dysturin man helst vera ein tann mest spennandi í føroyskum hondbólti nakrantíð.
Kyndil tók ímóti VÍF í síðsta dystinum, og undan dystinum var Kyndil eitt stig frammanfyri. Kyndil tóktist eisini hava beina kós ímóti meistaraheitinum, men síðstu løtuna tveittu teir mest sum alt á gólvið ímóti vestmenningum. Tá trettan sekund vóru eftir, sendi Ingi Olsen eitt brotskast í netið, og nú var VÍF brádliga á odda við einum máli, og meistaraheitið var í Vestmanna.
Kyndil gjørdi tó eina síðstu roynd. Teir fóru í eitt skjótt álop, og tá tvey sekund vóru eftir fingu teir brotskast. Jónleif Sólsker var settur at skóta, og hann var tryggur úr sjey metrum, og so vann Kyndil meistaraheitið fyri fyrstu ferð í átta ár.

Mest vinnandi liðið
Kyndil hevur vunnið eitt meistaraheiti síðani fantastiska kappingarárið í 2004. Hetta var í fjør, tá teir vunnu finaluna ímóti VÍF. Í ár er Kyndil aftur í finaluni í bestu mansdeildini, har teir enn einaferð møta erkafíggindunum úr Vestmanna, og um tvær vikur vita vit, hvat av hesum liðunum vinnur meistaraheitið í 2007.
Annars er at siga, at Kyndil er nógv tað mest vinnandi liðið í føroyskum manshondbólti. Teir hava vunnið heili 28 meistaraheiti. Teimum á baki kemur VÍF við 19. Hjá kvinnunum hevur hevur Kyndil vunnið næstflest meistaraheiti saman við Søljuni, nevniliga fimm. Her er langt upp til Neistan, sum hevur vunnið heili 36 meistaraheiti.