Kyndil-StÍF 25-17 (11-7)
Enn er ein hálvfinala eftir at spæla, men tað skal vilja meira enn vanliga illa til hjá Kyndli, um teir grønu ikki skulu spæla seg í steypafinaluna.
Í kvøld vant Kyndil nevnliga burtur úr StÍF, sum er steypaliðið yvir øllum í føroyskum manshondbólti seinnu árini.
Seinna korterið av fyrra hálvleiki fekk Kyndil veruliga fatur á í verjupartinum, og sum minuttirnir gingu eftir steðgin, gjørdist tað alt meira ósannlíkt, at StÍF somikið sum skuldi skapa spenning um úrslitið.
Bestu málskjúttarnir hjá Kyndli í kvøld vóru Bárður Johannesen og Høgni Klein, sum skutu 6 mál hvør. Hjá StÍF skutu Alexandur Johansen og nýggi rumenin, Cristos Preda, 5 mál hvør.










