Hondbóltur
Tað er ikki frítt, at viðhaldsfólkini hjá Kyndli eru eitt sindur vónsvikin av úrslitunum, sum lið teirra hava fingið higartil í vetur. Bæði kvinnur og menn halda til heilt niðarliga á stigatalvuni, og meðan hetta ikki er so heilt forkunnugt hjá kvinnunum, so er talan um eina fullkomuliga nýggja støðu hjá mansliðnum.
Bulurin burtur
Ikki tí. Sagt varð undan kappingini, at nú skuldi eitt nýtt lið byggjast upp, og at hetta fór at taka sína tíð, men sjálvt ikki tey mest svartskygdu høvdu roknað við einum botnsessi, eftir at øll liðini høvdu hitst einaferð.
Alt hevur tó sínar orsøkir, og soleiðis er eisini í hesum føri. Kyndil hevur uttan iva verið óhepnasta liðið í ár, tá tosað verður um skaðar, og lazarettin hjá felagnum sær í løtuni soleiðis út: Róar Nielsen (knæskaða), Heini Bendtsen (knæskaða), Ragnar Simonsen (bruna í hælsinuni), leikandi venjaran Jónleif Sólsker (skaddur í økslini) og Janus Einar Sørensen (hálsbruna og pínu í rygginum). Hartil kann sigast, at Hanus Jensen, sum í fjør veruliga fór undir hondbóltin aftur, enn ikki hevur fingið vant, eins og Niels Viggo Niclassen hevur ein eyman, tó at hann helst fær spælt kortini.
Allir hesir leikarar vóru undan kappingarárinum avgjørt at rokna millum teirra, sum skuldu vera bulurin á liðnum, sum nýggir leikarar skuldu stuðla seg uppat, men tá hesir eru skaddir, er einki at siga til, at úrslitini ikki eru av teimum bestu.
Bárður við aftur
Neyð lærir tó nakna kvinnu at spinna, verður sagt, og í Kyndli verður eisini leitað eftir loysnum upp á hendan trupulleikan, sum má sigast at vera sera átrokandi. Ikki minst nú botnuppgerðin móti Tjaldri stendur fyri framman.
Heilt konkret, so hevur hendan leitanin fyribils givið úrslit í, at Bárður Johannesen, ið fyri trimum árum var liðskipari hjá silvurliðnum hjá Kyndli, nú er farin undir venjingina. Bárður hevur annars verið - ja, gita ? drigist við ein skaða í fótinum seinastu mánaðirnar, men tykist nú vera um at koma fyri seg aftur.
Ikki leikbannaður
Hjá teimum, sum hava hugt at seinastu dystunum hjá Kyndli, kemur tað kanska ikki heilt óvart á, at Bárður nú aftur verður at síggja á vøllinum.
Kropsliga og sálarliga sterki spælarin hevur seinastu dystirnar verið at sæð á beinkinum, har hann hevur givið venjaranum og vinmanninum, Jónleifi Sólsker, eina hjálpandi hond.
Her fekk hann fyri hálvari aðru viku síðani reytt kort, tá Kyndil tapti fyri StÍF, men hóast hetta, so er hann ikki leikbannaður til dystin móti Tjaldir. Reglurnar fyri leikbann eru nevnliga soleiðis háttaðar, at tað ikki er tað sama, hvørt tað er ein leikari ella ein sonevndur official, sum fær reyða kortið.
Fær ein official reytt kort, skulu dómararnir skrivliga boða HSF frá hesum, og kann sambandið tá gera av, at viðkomandi skal hava leikbann. Er talan um leikara, skal hesin hava leikbann, og tað er so ein ávísur munur ímillum hesar orðingar. Kyndil hevur ikki fingið nærri boð um hendingina, og tískil er Bárður, sum annars fylti 28 ár í gjár, tøkur sunnudagin.