Stóran part av síðsta kappingarári líktist sigursvanda havnarfelagið, Kyndil, mest av øllum einum liði í svárari kreppu í bestu mansdeildini í hondbólti. Í grundspælinum fingu teir at kalla einki at rigga, og undan jólum lógu teir heilt niðri í botninum av Atlantic Airways-kappingini. Tá teir so taptu fyrsta dystin í endaspælinum fyri botnliðnum, H71, mundu tey flestu halda, at nú var hetta kappingarárið av hjá Kyndli, og at tað nú bert ráddi um at gera seg kláran til næsta kappingarár.
Men tað er ikki uttan grund, at Kyndil við sínum 30 meistaraheitum er mest vinnandi felagið í føroyskum manshondbólti. Viljin at vinna er óvanliga stórur hjá spælarunum í felagnum, og síðstu níggju dystirnar av farna kappingarári vendi Kyndil alt á høvdið. Sjey sigrar og tveir javnleikir gjørdu, at Kyndil endaði á øðrum plássi, og harvið tryggjaðu teir sær sætið í finaluni. Her lótu teir ongan iva vera um, hvat var betra liðið. Tveir dystir á rað vunnu teir á VÍF, og so var 30. meistaraheitið ein veruleiki.
Nú stendur eitt nýtt kappingarár fyri framman, og Kyndil telist sjálvandi aftur í millum favorittarnar at vinna meistaraheitið. Vit hava tikið eitt prát við unga spælstýraran, Hjalta M. Jacobsen, um vónirnar fyri nýggja kappingarárið.
Meistararnir mist fleiri av profilunum
Ein av trupulleikunum hjá Kyndli síðsta kappingarár var helst, at teir ikki vóru nóg væl fyri í grundspælinum. Hjalti M. Jacobsen væntar tó neyvan, at hetta verður nakar trupulleiki í ár.
- Vit hava vant rættiliga hart í ár. Vit byrjaðu longu at styrkivenja í summar, og í august byrjaði regluliga hondbóltsvenjingin. Tað hava eisini verið nógvir mans og vant, og eg haldi, at støðið á veningunum hevur verið rættiliga høgt. Eg trúgvi ikki, at vit nakrantíð áður hava verið í so góðum fysiskum form undan kappingarbyrjan, sigur Hjalti.
Tað eru tó fleiri broytingar at finna í hópinum hjá Kyndli í mun til síðsta kappingarár. Fleiri av stóru profilunum eru ikki at finna á liðnum í ár av ymsum grundum, men felagið hevur tó fingið onkran stóran profil afturat hópinum.
- Ja, her hava verið stórar broytingar. Vit hava mist bæði Høgna Klein, Rók Akralíð og Ragnar Stakksund, og hetta er sjálvandi nakað sum merkist. Vit hava tó fingið Finn Hansson afturat liðnum, og hann má metast at vera ein fongur fyri liðið, so tað skal nokk fara at ganga væl í ár, sjálvt um vit hava mist fleiri av profilunum, heldur Hjalti.
Ætla at endurvinna meistaraheitið
Tá vit spurdu Hjalta, hvat málið hjá liðnum var til komandi kappingarárið, var eingin ivi at hóma í svarinum.
- Eitt lið sum Kyndil fer altíð eftir gullinum, so sjálvandi er málið hjá okkum aftur í ár at vinna meistaraheitið. Teir ungu spælararnir á liðnum hava annars ongantíð vunnið steypakappingina, og tí hevði verið stuttligt, um vit klára at koma langt í henni eisini, staðfestir ungi spælskiparin.
Hann leggur tó afturat, at tað neyvan fer at vera nøkur løtt uppgáva at vinna meistaraheitið.
- Hini liðið eru øll góð, og eg vænti, at kappingin verður sera jøvn í ár, har øll liðini kunnu taka stig frá øllum. Serliga Neistin og KÍF síggja sterk út í ár, og tey kunnu væl fara at gera seg galdandi í oddinum, heldur Hjalti.
Vinnaramentaliteturin drívur verkið
At enda spurdu vit Hjalta, hvørjar hann metti vera sterkastu síðurnar hjá mest sigursvanda felagnum í landinum, og ungi kyndilsmaðurin var slett ikki í iva.
- Vit hava ein øgiligan vinnaramentalitet á liðnum. Vit vilja vinna! Harafturat haldi eg, at vit spæla rættiliga skjótan hondbólt, og sterka verjan hevur eisini verið eitt vørumerkið síðstu árini, og hetta er sjálvandi eisini nakað, sum vit ætla at varðveita, sigur Hjalti.
Hann ásannar tó eisini, at liðið hevur nakrar veikar síður.
- Størsti veikleikin er helst, at hópurin ikki er nóg breiður. Harafturat haldi eg ikki, at vit eru nóg sterkir í kontrafasuni, og hetta merkir, at vit fáa alt ov fá løtt mál. Hetta er so nakað, sum vit mugu royna at arbeiða við, sigur Hjalti M. Jacobsen at enda.
Spennandi verður at vita, um Kyndil fer at tryggja sær 31. meistaraheitið, tá kappingin kemur at enda í mars mánaði komandi ár. Tað ber sjálvandi ikki til at siga, at so verður, men eingin ivi er um, at Kyndil fer at spæla við heilt frammi í oddinum komandi kappingarár.