Hondbóltur ? menn
Talan var um at kall avgerandi dystin í botnstríðnum, tá KÍF vitjaði Kyndi leygardagin. Serstakliga fyri Kyndi ler hetta ein óhugsandi leiklutur, men eftir tapið leygardagin mugu teir bara ásanna, at hetta tykist verða leikluturin tað, sum eftir er av árinum.
Lítil spenningur
Tað sást beinanvegin, at tað so undir øllum umstøðum fór at verða trupult hjá Kyndli hendan dagin. Kollfirðingar løgdu bragdliga fyri og vunnu seg nøkur mál framum, og hesa fyrstu løtuna hevði Kyndil als ikki tak á verjupartinum.
Grøna heimaliðið fekk tó skil á aftur, og hevði strítt seg upp á javnt, tá ein framúrskúrandi trippel-bjarging frá Óla Christiani mest sum tók pippið frá teimum. Gestirnir vunnu seg nú upp á 8-4 áðrenn nakað aftursvar kom, og restina av dystinum hildu teir fast um leiðsluna.
Bert ta einu ferðina var Kyndil um at skapa eitt sindur av spenningi í aftur dystin. Seinastu góðu 10 minuttirnar fóru teir undir at mansverja bæði Iljan Topic og Durica Tomic, og brádliga fór leiðslan at minka.
Kyndil skeyt seg skjótt frá 17-25 upp á 20-25, men tá Jónleif Sólsker so brendi ein møguleika av sjey-metra strikuni, fór gassið líka sum úr ballónini. Kyndilsleikararnir ásannaðu, at heldur ikki í dag skuldi tað verða. Kollfirðingar nýttu eitt time-out til at fáa skil á aftur, og seinastu løtuna kundu teir við fýra málum á rað staðfesta sigurin.
Profilarnir
Tað, sum serliga gjørdi munin millum tey bæði botnliðini leygardagin var, hvussu lyklaleikararnir á báðum liðum royndust.
Hjá kollfirðingum vóru hesir eyðvitað teir báðir útlendingarnir, og teir sýndu seg veruliga sum berandi kreftir hendan dagin. Ikki bara skutu teir nógv mál. Við hóttanini frá skotstyrkini kundui teir alla tíðina kundu teir alla tíðina vera við til at leggja trýst á kyndilsverjuna, og tá hendan alla tíðina hevði trupulleikar av at flyta seg rætt, stóðust alla tíðina hol av, sum hvørgin av annars væl leikandi málverjunum kundi gera nakað við.
Heldur ikki skerst tað burtur, at tað kemur væl hjá kollfirðingum, at Eddie Joensen nú aftur er farin undir hondbóltin. Kanska er dystarvenjingin enn ikki hin rætta, men spælskilið er tó somikið gott, at hann í øllum førum ger góða nyttu, og verjuni er hann eisini sera stinnur.
Má betrast
Hjá Kyndli er stórur partur av spælinum vanliga bygt kring leikandi venjaran, Jónleif Sólsker, men sum er, fær hann ikki spælt við fullari ferð, og tá er neyðugt, at aðrar kreftir taka yvir.
Í fyrsta lagi eru hesar kreftirnar ávíkavist Høgni Klein og Janus Einar Sørensen, men hvørgin teirrra hevði nakran góðan dag leygardagin. Saman við restini av liðnum høvdu teir trupulleikar í verjupartinum, og í álopspartinum hava teir neyvan sjálvir tal á, hvussu nógvir bóltar vórðu antin tveittir burtur, ella skotnir við síðuna av. Tá hesir høvuðsmototarnir hjá liðnum ikki koyra, er ilt at gera nakað sum helst, og so gjørdi tað sjálvandi ikki støðuna betri, at Bárður Johannesen var leikbannaður. Fyri Kyndil er bara at vóna, at teir kunnu lyfta seg meira, tá liðið komandi vikuskiftið skal inn á Skála til ein dyst, sum hóttir við at leggja enn meira sjógv niður til botnin.
Ikki minst er týdningurin av hesum dystinum hjá Kyndli stórur, tí kollfirðingar samstundis fáa vitjan av Tjaldri. Tapir Kyndil kann úrslitið av hesum dystinum merkja, at annar parturin gerst enn leysari í botninum, soleiðis at leiðin hjá Kyndli upp av dumpiplássinum gerst enn longri.
Dysturin í tølum
Kyndil-KÍF 20-29 (11-14)
Málskjúttar:
Kyndil: Høgni Klein 5, Jónleif Sólsker 4(1), Janus Einar Sørensen 3, Rói Árting 2, Allan Mørkøre 2(1), Regin Johannesen 2, Leif Mikkelsen 1, Niels Viggo Niclasen 1
KLÍF: Durica Tomic 9(3), Iljan Topic 9, Petur Martin Pouslen 5, Jákpu Dam 3, Regin Petersen 2
Brotskøst: Kyndil 4, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 2
Dómarar úr StÍF: Pole Hansen & Jústines Justinussen. Tóktist ov linir, og í øllum førum tvær ferðir kundi reyða kortið verið drigið fram, uttan at hetta tó varð gjørt.










