Kyndil fekk finaluplássið á kyndilsmessu

Undirhaldið var sjáldsama gott, tá ið menninir hjá Kyndli eftir tvær rimmar hálvfinalur ripaðu H71 úr steypakappingini. Háspenningur var allan dystin á tamb í høllini á Hálsi sunnudagin og finaluplássið skifti ímillum Hoyvíkina og Havnina, men á kyndilsmessu var gaman í, at Kyndil skuldi fáa tað. Við samanløgdum 45-43-sigri er Kyndil í steypafinaluni fyri 18. ferð seinastu 30 árini!

Tað var, sum tað átti at vera, tá ið Kyndil og H71 løgdu upp til eina spennandi seinnu hálv­finalu í steypakappingini sunnukvøldið, eftir at Kyndil við 21-17-sigri tveir dag­ar frammanundan hevði tryggj­að sær ein lítlan fyrimun. Hond­bóltsglaðir fjepparar tví­býttu eina stúgvandi fulla høll – onnur helvtin í grønum og hin í svørtum – meðan mælsku fjeppararnir við felagsrópum kyndu júst rætta hýrin til ein slíkan dyst, eitt slíkt tiltak.
Ein hugsaði, at við hesum umstøðunum var trupult hjá leikarunum at mátast við vónirnar hjá teimum, ið hugdu at, men um nakar ivað­ist, so ivaðist viðkomandi ikki leingi. Næsti tímin av hond­bólti var eitt brak!

Kyndil, so H71
Tað var Kyndil, sum bæði hevði munin á samlaðu mál­talv­uni og nú eisini fyri­munin á heimavølli, og tað sýnt­ust teir grønu úr Havn­ini vilja staðfesta alt fyri eitt. Beinharða verju­spælið, sum fór til markið, men ikki yvirum markið, og sum eydnaðist so væl í fyrru hálv­finaluni, varð upp­aftur­tikið. Væl vaksnu bakkspælararnir, sum hava fingið risan, Hörður Fannar SigÞórsson, ímill­um seg í verjupartinum, skaptu ein flytandi múr, ið trupul var at koma upp- og rund­anum.
Hetta var eitt av grundar­steinunum undir sigrinum og serliga fyrstu løtuna, tá ið Kyndil hevði einarætt upp á leiðsluna – men einans til níggju minuttir vóru eftir, tá ið H71 javnaði til 8-8 og síðani av álvara fekk vind í seglini ímóti hálvleiksenda. Bogdan Florea, sum ikki fekk stórt rásarúm, trein úr skugganum og langaði nakrar bóltar í meskarnar, somu­leiðis sum ungu og kviku heimligu uppaldu H71-leikarunum sneiddu seg inn um stinnu kyndlaverjuna og við fleiri málum fingu vent myndina á høvdið. Hesa løtuna átti H71 eina og aleina, og við ótrúligum hýri á hoy­víks­fjøldini tóktust teir ikki at vera til at steðga og Kyndil fekk ein kærkomnan hálvleik.
Hálvleiksstøðan var 14-10 til H71, og í samlaðu støðuni stóð á púra jøvnum.

Skiftu um leiðsluna
Tann løtan, sum var so góð fyri H71 undan hálv­leiks­steðg­inum, hevði gjørt teim­um gott. Teir spældu nevn­iliga framvegis væl fyrstu løtuna í seinna hálvleiki og vóru skjótt á odda 17-12, sum var ein leiðsla á neyðugu fimm málini, sum hevði sent teir í finaluna.
Ilt gjørdist verri hjá Kyndli, sum eina løtu hevði tríggjar mans útvístar og vóru av álvara sárbarir. Hesa løt­una kundu teir missa finalu­pláss­ið. H71 kendi tó ikki sína vitjunartíð, og heldur enn at økja um leiðsluna, fingu teir eisini tveir mans út­vístar og endaðu sjálvir við at spæla í undirtali. Hesa løtuna væntaði helst eitt sindur av royndum hjá unga hoyvíks­lið­num.
Finnur Hansson var ein brandur í álopspartinum hjá Kyndli, har hann við sínum eyð­kendu, snildu spælingum gjørdi seg galdandi, men so sanniliga eisini við at sjálv­ur skjóta nógv ótrúliga um­ráð­andi mál við síni ótrúligu samanseting av lopmegi, skot­styrki og beinrakni. Málini fullu júst røttu tíðina, og høvdu við sær, at Kyndil fekk neyðuga andarrúmið.

Undirhaldandi endi
Tá ið tað írestaði ein min­uttur var støðan 26-23 til H71 og H71 slapp í álop. Mong mundu halda, at nú var skila­best at dríggja tíðina eitt sindur og fáa avgerandi mál­ið, sum kundi sent H71 í steypa­finaluna, men heldur óskiljandi valdi Bogdan Florea at leggja alla orku í at avgera álopið alt fyri eitt og royna at finna Sigmund Nolsø á strikuni. Hetta mis­eydn­aðist, Kyndil vann bóltin og slapp í álop at eta tað sindrið av sekundum, sum vóru eftir av hesi frálíku seinnu hálvfinaluni, sum eing­in vildi hava at enda. Kyndil tapti 24-26 henda dyst­in, men líka løgdu teir í, tí við samlaðum 45-43-sigri kundu teir á kyndilsmessu frøðast um, at teir fyri 18. ferð í 30 ár eru í steypafinaluni.

- - -

2. hálvfinala:

Kyndil - H71 24-26 (10-14)
Kyndil: David Edvardsen 8, Finnur Hansson 6, Bárður Johannesen 3, Hörður Fannar SigÞórsson 3, Julian Johansen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Ludvík Súnason 1.
H71: Bogdan Florea 8, Bogi G. Davidsen 5, Rúni Højgaard 4, Esbern Patursson 3, Hallur Biskopstø 2, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1