Kyndil-VB 36-22 (15-9)
Kyndil hevði vitjan av VB um vikuskiftið, og hetta var eitt kærkomið høvi at vísa bæði sær sjálvum og viðhaldsbfólkum sínum, at tað, sum hendi móti Neistanum í vikuni var eitt mistak av teimum stóru.
Neistin, sum bert er ein skuggi av fortíðar styrki, vann sum kunnugt mikukvøldið móti Kyndli í einum dysti, sum var meira lokaluppgerð enn hondbóltur.
Og tað eydnaðist Kyndli at finna aftur á beint í dystinum móti VB. Tær vundu burturúr vágskvinnum í einum rættiliga einstáttaðum dysti, har munurin bara gjørdist størri sum dysturin leið.
Lotte aftur ígongd
Tað, sum kanska hevur verið sermerkið fyri Kyndil seinastu árini er Lotte Sørensen. Hon hevur hildið liðnum uppi tá á hevur staðið og verið við til at menna ungu leikararnar á liðnum til at taka ábyrgd.
Men enn manglar eitt vet áðrenn komið er á mál við tí, og av teirri orsøk má Lotte, enn sum áður, taka stóran part av »sleipinum« undir dystinum.
Men tað er ikki altíð, at tað riggar, sum ein vil. Seinastu dystirnar hevur Lotte ikki fingið so nógv burtur úr sum hon plagar.
Nú sær kortini út til at Lotte hevur funnið aftur á slóðina. Hon gjørdist roppskjútti í dystinum móti VB við tíggju málum.
Langt upp til
Stjørnurnar
Hjá Kyndli var alneyðugt at vinna dystin móti VB, um tær ætla at gera sær nakrar vónir um at vera við í kappingini um meistaraheitið.
Stjørnan sær kortini út til at vera í einum bólki fyri seg, og tí kann tað fara at gerast torført.
Sum støðan er í løtuni er Kyndil á øðrum plássi, men vinna vestmannakvinnur sín næsta dyst, so smoyggja tær sær framum Kyndil í stigatalvuni.
Í fyrsta umfari kunnu Kyndilskvinnur frøast um, at tær hava funnið aftur á beint.
Dysturin í tølum:
Kyndil: Lotte Sørensen 10 (5), Beinta Sørensen 8, Ann Hansen 6, Jórun Ludvig 6, Rakul Joensen 3, Semona Fjallstein 1, Palma Petersen 1
VB: Regina Radó 11 (4), Gurið Mortensen 3, Arnleyg Krosslá 3, Sólrun Krosslá 3 (3), Rannvá Augustinussen 2
Brotskøst: Kyndil 7, VB 10
Útvísingar: Kyndil 6, VB 3
Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen