TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Tummas Paula Hanusarson hjá Kyndli og Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum í sendingini SportBoxin á FM1 seinnapartin í dag.
Báðir peika á hitt liðið sum favoritt sunnudagin klokkan 18 tá liðini møtast í 2. FM-hálvfinaluni, men tað er ein sannroynd, at Kyndil við 24-21 sigrinum í 1. FM-hálvfinaluni stendur við betri kortunum, tí teir hava tey betri kortini í løtuni.
Tummas Pauli Hanusarson og Teis Horn Rasmussen vænta báðir ein harðan dyst sunnudagin klokkan 18. Teir staðfesta, at grannauppgerðir eru altíð harðar.
Sjúrður H. Hoydal sigur frá 2. FM-hálvfinaluni millum Neistan og Kyndil á FM1.