Kyndil fór avstað við meistaraheitinum

Alt týddi uppá ein sigur til VÍF síðstu løtuna av næsta finaludystinum í manshondbólti. Teir førdu við trimum málum, tá fimm minuttir vóru eftir, men síðstu løtuna raknaði Kyndil við. Teir vunnu við tveimum málum, og sostatt fekk Kyndil sítt 30. meistaraheitið í søguni hjá felagnum

Lagt var upp til eitt satt brak í Vestmanna leygardagin, tá ið næsti finaludysturin í manshondbólti var á skránni. Her tók VÍF ímóti Kyndli, og fyrri dysturin, sum var í høllini á Hálsi seks dagar frammanundan, var endaður við einum rættiliga trivalisum sigri til Kyndil.
Tí var málsetningurin púra greiður hjá vestmenningum undan dystinum leygardagin. Teir skuldu vinna, um teir skuldu hava nakran møguleika at vinna meistaraheitið. Kyndil hevði hinvegin nokk við einum javnleiki, tí so blivu teir meistarar.
Fyrri finaludysturin í høllini á Hálsi bleiv eisini sera dramatiskur á tann hátt, at tveir VÍF-leikarar blivu riknir av vølli. Bæði Agnar Joensen og John Zachariassen fingu beinleiðis reytt kort, og tí vóru teir báðir sjálvsagt ikki við í seinna dystinum í Vestmanna.

VÍF legði bragdliga fyri
Sjálvt um VÍF manglaði tveir av sínum stuðulsleikarum í Agnar og John, so sá tó ikki so galið út. Eli Müller var aftur í málinum, og Ingi Olsen, sum ikki var við í fyrra dystinum í Havn vegna skaða, var blivin klárur aftur. Harafturat hevði VÍF grivið tveir sannar jokarar upp til dystin. Johnny Joensen, sum hevur spælt við triðja liðnum hjá VÍF, stóð á dómaraseðlinum, og tað sama gjørdi rumenin, Piti Negru, sum spældi við H71 síðsta kappingarár, so vestmenningar vóru rættiliga væl brynjaðir til dystin.
Hjá Kyndil kom tað eisini væl við, at Hjalti Jacobsen var blivin til dystin fús. Hann sat uttanfyri við skaða í fyrsta dystinum.
Ein av jokarunum hjá VÍF, Johnny Joensen, var ímillum teir fyrstu sjey, sum byrjaðu á vøllinum. Johnny hevur altíð verið kendur fyri sín stríðsvilja og sítt góða verjuspæl, og hann var eisini settur at mansverja Høgna Klein frá fyrsta bríksli, og hetta tóktist vera ein góð avgerð hjá Lars Nedergaard.
Sjálvt um ferðin var høg og spælið til tíðir rættiliga gott fyrstu løtuna, so tóktist Kyndil vera nakað nervað av, at Høgni ikki var við í álopspartinum. Teir tóku ofta skeivar avgerðir í álopspartinum, og hetta gav vestmenningum góðar fyritrytir at taka leiðsluna, og teir tóku gleðiliga av møguleikanum.
Tað var nevniliga VÍF, sum kom betri frá byrjan. Teir høvdu eina sterka verju, og so riggaði álopið sera væl fyrstu løtuna. Teir komu eisini á odda 2-0 mest sum alt fyri eitt, og tá 10 minuttir vóru farnir, høvdu teir økt upp í 6-3. Vestmenningar sótu á tí mesta, og um miðjan hálvleikin hevði VÍF lagt seg á odda við fýra málum, og nú var líkt til, at teir kundu fara frá Kyndli.

Rókur innstillaði kanónina
So líðandi tóktist Kyndil tó koma inn í dystin. Serliga í verjupartinum fingu teir betur fatur á VÍF, og hetta gjørdi samstundis, at álopið eisini fór at koyra betur. Teir ótu eitt mál fyri og annað eftir inn á VÍF, og tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, stóð brádliga á jøvnum 13-13.
Nú var tað Kyndil, sum hevði yvirvág í spælinum, og vestmenningar tóktust hanga nakað við høvdinum. Serliga ein spælari hjá Kyndli hevði nú brádliga fingið fatur á rætta endanum.
Eftir eina heldur keðiliga byrjan, har hann sendi fleiri skot fram við málinum, so tóktist Rókur Akralíð veruliga at hava innstillað kanónina síðstu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki. Hann fekk heili fýra mál hesa løtuna, og hetta var ein av høvuðsgrundunum til, at Kyndil tók tryggu leiðsluna hjá VÍF aftur. Við Høgna Klein úti av spælinum hevði tað eisini alstóran týdning fyri Kyndil, at Rókur kom í gongd.
Sjálvt um Kyndil hevði fingið fatur á rætta endanum síðsta korterið av fyrra hálvleiki, so var tað tó VÍF, sum fór til hálvleiks við eini eitt máls leiðslu, men har var slett einki avgjørt enn.

Gott spæl og spenningur
Spælið hevði verið sera gott undan steðginum. Ferðin var høg, og tað sást á øllum brøgdum, at báðir partar vildu vinna dystin.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki helt góða spælið fram. Spælið bylgjaði úr einum enda í annan, og sjálvt um liðini sjálvandi gjørdu ávísar feilir, so spældu tey til tíðir sera góðan og skjótan hondbólt.
Tað var eisini týðiligt fyrsta korterið av seinna hálvleiki, at hvørki av liðunum vildi geva seg. Tey góvu seg fult út, og hetta gjørdi eisini, at dysturin bleiv sera spennandi. Liðini skiftust um at skjóta mál, men tá átta minuttir vóru farnir eftir steðgin, megnaði Kyndil at leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Hetta hildu teir líka til seinni hálvleikur var hálvrunnin, so steðgaði fullkomiliga upp í eina løtu.
Kyndil bleiv rakt av eini útvísing, og hetta dugdu vestmenningar at revsa til fulnar. Teir tóku aftur yvir dystin, og tá Kyndil aftur var fullmannað, var tað VÍF, sum var á odda við tveimum.
Lítla løtu seinni reyk enn ein kyndilsmaður út, og enn einaferð blivu teir revsaðir hart av VÍF. VÍF fekk tvey mál upp í slag, og tá Kyndil aftur bleiv fullmannað, við bert fimm minuttum eftir at spæla, førdi VÍF við trimum málum, og dysturin tóktist vera avgjørdur.

Útvísingar kostaðu
Sjálvt um fleiri í høllini helst mundu halda, at tey nú aftur máttu fara ein túr til Vestmanna sunnudagin, so vildu spælararnir hjá Kyndli tað øðrvísí. VÍF bleiv rakt av tveimum útvísingum innan ein minutt ímóti endanum av dystinum, og hesar blivu hart revsaðar av Kyndli.
Tá báðir vestmenningarnir vóru komnir á vøllin aftur, stóð á jøvnum 29-29, og nú líktist Kyndil einum meistara. Teir vóru sera tendraðir hesa løtuna, meðan vestmenningar tóktust vera heldur fjálturstungnir. Teir misnýttu eisini møguleikan at leggja seg á odda aftur, og so fór Kyndil í álop í hinum endanum. Teir megnaðu eisini at leggja seg á odda 30-29 við knøppum minutti eftir at leika, og so var liðugt. Kyndil var á meistarakós.
VÍF gjørdi tó eina síðstu roynd, men misnýttu enn einaferð møguleikan, og so takkaði Kyndil fyri og skoraði eisini síðsta málið í dystinum. Kyndil vann 31-29, og so tustu viðhaldsfólkini hjá høvuðsstaðarfelagnum inn á vøllin í einum gleðisrúsi. Kyndil hevði vunnið meistaraheitið annað árið á rað.
Fyri tveimum vikum síðani gav Suni Merkisstein bók út um fyrstu 50 árini hjá hondbóltsfelagnum Kyndli, og longu nú, bert tvær vikur seinni, hava kyndilsleikararnir lagt enn ein kapittul afturat glæsiligu søguni hjá sigursvanda felagnum. 30. meistaraheitið í søguni var vorðin veruleiki.

Fakta

VÍF-Kyndil 29-31 (16-15)

Málskjúttar:
VÍF: Sámal Joensen 8 (4), Áki Olsen 7, Ingi Olsen 7, Áki G. Olsen 5, Harald Joensen 1, Johnny Joensen 1
Kyndil: Rókur Akralíð 11, Ragnar Stakksund 5, Hans Áki Dal Christiansen 5 (5), Hjalti M. Jacobsen 3, Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein 2, Ken Zachariassen 2
Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 5, Kyndil 2
Reytt kort: VÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen