Ein av mest umtalaðu hondbóltsdystunum í nýggjári tíð, seinna hálvfinalan í steypakappingini ímillum VB og Kyndil, varð spæld í Vági í kvøld. Kyndil hevði vunnið sær fyrimun við at vinna fyrra dystin á heimavølli 20-19.
Dystarbyrjanin var jøvn, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki vísti VB-málverjin, Sanja Jevtic, stórspæl, og tá vann VB sær eina 8-5-leiðslu. VB dragnaði tó skjótt aftur og Kyndil streyk avstað – tær vunnu seg fyrst upp á javnt og vóru síðani á odda 12-10 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki byrjaði VB sum eitt ódnarveður og skeyt fimm mál uttan mótsvar. Farnir vóru tá níggju minuttir av seinna hálvleiki og VB var á odda 15-12. Best sum steypafinalan var í eygsjón hjá teimum í Vági, so kom stígur í álopsspælið og Kyndil javnaði við støðuna 17-17.
Seinastu løtuna var stórur spenningur í og við støðuna 18-18 kundi dysturin farið báðar vegir. Tað var tó Kyndil, sum dróg longra stráðið avgerandi løtuna og vann 19-18. Við samanløgdum 39-37-sigri er Kyndil tískil í steypafinaluni, har grannafelagið Neistin bíðar.










