Kyndil er favorittur - opið í hinum hálvfinalunum (FM1)

(FM1) Hoyr hondbóltsfrásøgumannin og hondbóltsviðmerkjaran, Sjúrð H. Hoydal meta um seinnu steypahálvfinalurnar

Sunnudagin verða seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini leiktar.

 

Seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnum verða leiktar klokkan 14 sunnudagin. Í Vestmanna tekur VÍF ímóti H71. Vestmannakvinnur eru á odda 26-25 frá tí fyrra dystinum. Í høllini á Hálsi í Havn tekur Kyndil ímóti Stjørnuni. Kyndil hevur eina greiða 34-19 leiðslu frá tí fyrra dystinum.

 

Seinnu hálvfinalurnar hjá monnum verða leiktar klokkan 18 sunnudagin. Í høllini á Hálsi í Havn tekur Neistin ímóti KÍF. Har er støðan javnleikur 25-25 frá tí fyrra dystinum. Í Hoyvíkshøllini tekur H71 ímóti Kyndli. Kyndil førir 32-26 frá tí fyrra dystinum.

 

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá øllum fýra Faxe Kondi-dystunum á FM1.

 

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7 FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við hondbóltsfrásøgumannin og hondbóltsviðmerkjaran hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal.

 

 

Sjúrður metir, at kyndilskvinnur eru púra víst víðari til steypafinaluna. Hann metir, at seksmálsleiðslan hjá kyndilsmonnum ger teir til ein 80-20 favoritt ímóti H71. Sjúrður væntar tað verður ógvuliga javnt millum Neistan og KÍF, har heimaliðið kanska er ein lítil favorittur. Sjúrður væntar eisini ein sera javnan dyst í vestmanna millum vestmannakvinnur og hoyvíkskvinnur, har VÍF er ein lítil favorittur.