Kyndil í endaspælið

Kyndilskvinnur vunnu greiðan sigur á StÍF, og vissaðu sær tí sætið í FM-endaspælinum í Sunset-kappingini

kvinnuhondbóltur

Kyndil og StÍF hava í alt heyst kappast um seinasta plássið millum tey fýra ovastu, sum skulu spæla um FM-endaspælið í kvinnuhondbólti. Fyrra uppgerðin millum liðini endaði við javnleiki, og tó at bæði hava gjørt nakað um seg síðani, so stóð alt púrasta opið undan seinnu innanhýsis uppgerðini.
Tá hendan stóð á skránni sunnudagin, var talan fyri tað heilt nógva um ein sera javnan dyst. StÍF var liðið, sum byrjaði dystin, men sum minuttirnir gingu, so kom Kyndil alt betri við. Serstakliga við góðum spæli frá Linu Andriulyte og Randi Wardum á bakkunum, meðan Anja Heinadóttir var sera trygg á strikuni.
Og Kyndil helt eisini fast um góðu taktirnar eftir steðgin. Tær byrjaðu mest sum alt fyri eitt at toga seg longur upp, og tað gekk illa hjá StÍF at svara aftur. Um miðjan hálvleikin tóktist eisini avgjørt, og tá StÍF so heldur ikki skoraði seinastu 10 minuttirnar, gjørdist talan av álvara um stórsigur. Kanska var hesin í meira lagi, tá hugt verður at dystinum sum heild, men tað mundu tær í Kyndli nú ikki leggja tað heilt stóra í. Málið hjá teimum fyri árið hevur verið, at tær skulu spæla um heiðursmerki, og fyrsta treytin fyri hesum var so luttøkan í FM-endaspælinum.
Har sleppur StÍF so ikki á hesum sinni, men liðið hevur tó væl og virðiliga prógvað, at grundsetningurin er hin rætti. Seinastu tvey árini hava tær støðugt roynt at bygt eitt nýtt lið upp, og úrslitið av hesum arbeiði hevur verið heilt sjónligt í fleiri dystum í ár.

Fakta um dystin
Kyndil-Stjørnan 37-26 (17-17)
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyte 13(5), Randi S. Wardum 11, Anja Heinadóttir 8, Brynhild Klein 2, Barbara Egilstrøð 1, Ronja M. Mikkelsen 1, Bjørg Syderbø 1
StÍF: Ninna K. Johansen 10(1), Rebekka Justinussen 5(2), Poula D. Olsen 4, Malan Petersen 2, Sólfríð Christiansen 2, Ata Gregersen 2, Bára B. Danielsen 1
Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 3
Útvísingar: Kyndil 3, StÍF 4
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum