Kyndil endaði við svartaperi í Kollafirði

(Ljóðsamrøður frá Rás2) Hoyr Teit Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen taka samanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen hevði við Teit Joensen hjá KÍF og Hjalta Mohr Jacobsen hjá Kyndli (savnsmyndin), sum vóru á Rás2 aftaná Hilmar Jan Hansen hevði sagt frá spennandi dystinum, sum endaði við einum 18-17 sigri til KÍF.

 

Báðir ásannaðu aftaná dystin, at bæði liðini máttu vinna fyri at kunna verða við í stríðnum um annað FM finaluplássið. Hjalti Mohr Jacobsen ásannaði eisini, at teir standa við svartaperi í dag.

 

Teitur Joensen ásannar í sínum lagi, at tað eru fýra stig upp til VÍF, men teir í KÍF hildu so lív í møguleikanum við at vinna á Kyndli í dag. 

 

Støðan í FTZ deildini :

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71195044069831
2VÍF195224843826
3KÍF194434182522
4Kyndil195024564621
5StÍF19506505118
6Neistin19464483-1914
7Team Klaksvík18412601-1890