Kyndil elskar slíkar dystir

Sambært Hans Áka Dal-Christiansen eru tað júst í slíkum løtum, at Kyndil trívist best.

- Vit elskar allar hesar ?knald eller fald?-dystirnar. Vit hungra eftir at spæla avgerandi dystir. Vit kunnu sjálvir gera av, um Kyndil er annað liðið í finaluni. Sunnudagin seta vit øll segl og ætla at vinna á Neistanum, sigur Hans Áki Dal-Christiansen við heimasíðuna hjá Neistanum.

Kyndil er undan dystinum í dag á triðja plássinum við 15 stigum, sama stigatal sum KÍF, ið er á øðrum plássi. Neistin er oddalið við 26 stigum.