Ítróttadómstólurin hevur staðfest dómin Dómsnevndini í málinum um ólógliga spælaran, sum Kyndil nýtti móti Team Klaksvík 28. septembur.
Talan er um dystin í 1. umfari av landskappingini, sum Kyndil á vøllinum vann 32 - 18. Eftir dystin bað Kyndil umsitingina hjá HSF, um at flyta spæliloyvið hjá Rune Olsen úr Viborg til Kyndil. Umsitingin gjørdi tá vart við, at spælarin hevði spælt fyri Kyndil undanfarna vikuskifti, tað vil siga, uttan spæliloyvi.
Team Klaksvík valdi tí at kæra málið til Aganevndina, og Aganevndin dømdi Kyndil at tapa dystin.
- Aganevndin vísir á, at sambært kappingarreglunum hava feløgini sjálvi treytaleysa skyldu til at tryggja sær, at ein leikari hevur leikrættindi fyri felagið. Er hetta ikki yvirhildið, er leikarin at rokna sum ólógligur, hareftir liðið tapir dystin. Við hesum er Team Klaksvík vinnari av dystinum við málmuninum 0-0, skrivaði Aganevndin í úrskurðinum tá.
Les eisini: Aganevndin: Kyndil tapir dystin móti Team Klaksvík
Nakað av rokið bleiv tó um kæruna. Kyndil vildi vera við, at tað í veruleikanum er Hondbóltssambandið, ið hevur kært, og at tað er ímóti reglunum.
Hondboltssambandið verjir seg við, at tað einans hevur boðað Team Klaksvík frá, at Kyndil nýtti ein ólógligan leikara, og tað er nakað, sum HSF metir seg hava skyldu til, sambært Ára Rouch.
Les eisini: Kyndil og HSF í tvídrátti
Kyndil valdi tí at kæra málið víðari.
- Vit ætla okkum allan vegin við málinum, so álitið á HSF-umsitingina kann endurreisast, tí hon hevur skyldu til at viðgera feløg eins, segði Uni Arge, formaður í Kyndli.
Ákæran um mismun kom, tí at longu í øðrum umfari spældi Kyndil móti StÍF. StÍF nýtti tá ein ólógligan leikara, men í mun til í 1. umfari, tá bæði feløgini fingu fráboðan um hetta frá HSF, so var tað einans StÍF, ið var gjørt vart við hetta eftir dystin móti Kyndli. Kyndil fekk tí ikki sama møguleika at kæra, sum Team Klaksvík hevði fingið eftir dystin vikuna frammanundan.
Ítróttadómstólurin hevur viðgjørt kæruna hjá Kyndli fyrr í vikuni. Hon er tó komin til ta niðurstøðu, at einki skeivt er farið fram, og tí verður úrskurðurin hjá Aganevndini standandi og Kyndil tapir dystin.










