Kyndil bukaði H71

Grannauppgerðin í Hoyvík endaði við stórsigri til gestirnar

Ofta hava H71 og Kyndil spælt harðar, javnar og spennandi dystir, men dysturin í kvøld var ikki ein av hesum.

 

Sum so var heldur ikki so nógv hjá pørtunum at spæla fyri, tí finaluplássið er fokið fyri rúmari tíð síðani.

 

Kyndil var oman á frá fyrsta bríksli, og longu eftir fyrsta korterið stóð 3-10 á talvuni. H71 royndi at vinna seg aftur í dystin, men hetta eydnaðist ongantíð, og so kundu teir grønu koyra ein tryggan sigur heim.

 

Besti málskjútti hjá Kyndli var Bjarni Søresen, sum skeyt átta mál. Jónas Djurhuus skeyt fimm av málunum hjá H71.

 

H71-Kyndil 21-29 (11-16)