Kyndil bukaði Kyndil

Tað er ikki óvæntað, at Kyndil er at finna í hálvfinaluni í Coca Cola Cup steypakappingini hjá kvinnum. Besta liðið hjá Kyndil spældi nevniliga móti næst besta liðnum hjá Kyndil og vann 44-18.

 

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingunum hjá bæði monnum og kvinnum verða spældar í vikuni. Í gjár spældu besta liðið hjá Kyndil móti næst besta liðnum hjá felagnum. Besta liðið vann greitt 44-18. Bjarta Johanesen var toppkjútti við 14 málum, meðan Turið Arge skoraði 10.

 

VB hevur longu tryggjað sær eitt pláss í hálvfinaluni. Tað gjørdu tær um vikuskiftið við sigri á VÍF/Tjaldur.

 

Fleiri dystir verða í dag og komandi dagarnar.

 

Coca Cola Cup fjórðingsfinalur menn:

Týsdagin 8. jan 2013

18.30 Neistin – StÍF (kvinnur)

19.00 Stjørnan – Neistin 1 (kvinnur)

19.45 H71 – Neistin 1 (menn)

 

Mikudagin 9. jan 2013

19.30 Team Klaksvík – StÍF (menn)

20.00 KÍF – Kyndil (menn)

 

Hósdagin 10. jan 2013

19.30 VÍF – Neistin (menn)