Kyndil blandar seg uppí

Kyndil vann spennandi dyst móti H71 við einum málið, og blandar seg nú av álvara upp í FM stríðið. StÍF greiddi sína skyldu móti Team Klaksvík.

Kyndil vann 22-21 á H71 í høllini á Hálsi í gjár. Sigurin merkir, at Kyndil nú saman við VÍF og StÍF hevur 15 stig, meðan H71 á øðrum plássi hevur eitt stig fleiri. Kyndil var á odda allan dystin, men tað var spenningur allan vegin.
Støðan í hálvleikinum var 10-9 til Kyndil. Søgan var tann sama í seinna hálvleiki, har liðini skiftust um at skjóta mál. Afturgangandi fyri allan dystin er, at Kyndil er á odda. So hóast tað er spenningur í 60 minuttir, so Kyndil á odda frá tí teir skjóta fyrsta málið í dystinum eftir tveir minuttir.
Fyri H71 kom tað illa við, at Bogdan Florea ikki fekk spælt nakað serligt, og tað sama við Niels Viggo Niclasen. Felags fyri bæði liðini er eisini, at ongin stórstjútti er. Fyri Kyndil er Andrias Sólsker toppskjútti við fýra málum, meðan Hallur Biskopstø er toppskjútti hjá gestunum við fimm málum.

Tryggur StÍF sigur

StÍF vann greitt á Team Klaksvík á Skála. Dysturin var einki at reypa av. StÍF megnaði ikki at fáa ferð á spælið, meðan Team Klaksvík ongan áhuga hevði í at fáa ferð á spælið. Støðan í hálvleikinum var 12-7 til heimaliðið. Endaliga útslitið var 25-15 til StÍF.
Stóri spælarin í dystinum var Sveinur Justinussen, sum skoraði ikki færri enn tíggju mál. StÍF hevur saman við Kyndli blanda seg upp í FM stríðið við góðum sigrum í seinastuni.