Mest sum ófatuliga javna gongdin í kappingini um at røkka eini FM-finalu móti Neistanum heldur fram.
Í kvøld hittust Kyndil og H71, sum undan dystinum vóru jøvn á øðrum plássinum, og tað eru tey bæði liðini framvegis.
Dysturin endaði nevnliga við javnleiki, og tað munnu hoyvíkingar iðra seg mest um.
Eftir at Kyndil stutt inn í seinna hálvleik var á odda 17-13, bar einki til hjá teimum grønu í eitt korter ella so, og tað gagnnýttu hoyvíkingar til fulnar.
Seinastu løtuna fingu vertirnir tó aftur fatur á dystinum. Erling Johannesen í málinum tók tað mesta, sum varð sent móti honum, og so hvørt, sum minuttirnir til dystarenda fækkaðust, minkaði munurin á máltalvuni.
Í sínum seinasta álopi fekk Kyndil skotið seg upp á javnt, og tað eydnaðist ikki hoyvíkingum at svara aftur, áðrenn klokkan hevði ljóðað.
Úrslitið ber við sær, at bæði liðini nú hava 13 stig. StÍF og KÍF hava 11 stig, meðan VÍF er aftast við 10 stigum.
Kyndil-H71 28-28 (15-13)