Næsta vikuskiftið á rað var StÍF fyri teprum ósigri. Hesa ferð í Havn móti Kyndli.
Leingi gekk heilt javnt á, men avgerandi løtan kom, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Tá skoraði Kyndil fimm ferðir á rað, og tað var meira, enn StÍF hevði at svara aftur við.
Seinastu løtuna kom tó spenningur í, men nærri enn tí eina málinum komu strandingar ikki, og so máttu teir nakkalangir aftur til hús.
Sigurin ber við sær, at Kyndil nú hevur 11 stig eftir átta dystir og er nummar tvey í deildini.
Kyndil-StÍF 21-20 (11-10)










