Kyndil basti StÍF

Kyndil-StÍF 29-21 (16-14)

Kyndils-kvinnurnar togaðu seg eitt petti upp á stigatalvuni, tá tær vunnu heimadystin móti StÍF.

Fyrstu løtuna hevði StÍF annars yvirtakið, men rættiliga tíðliga í dystinum byrjaði Kyndil at mansverja Rebekku Justinussen. Og uttan vandamesta skjúttan gekk illa hjá StÍF at skjóta neyðugu málini.

Hjá Kyndli riggaði álopsspælið til tíðir eisini heilt væl, og so gjørdist talan at enda um sannførandi sigur.

Fyri Kyndil skeyt Jacklin Durhuus 7 mál. Rebekka Justinussen skor10 ferðir fyri StÍF.