Ein hondbóltsdystur hevur í kvøld verið leiktur í høllini á Hálsi í Havn.
Eitt av oddaliðunum, Kyndil, tók á heimavølli móti botnproppinum Team Klaksvík, sum undan dystinum enn átti sítt fyrsta stig til góðar í hesum kappingarárinum.
Og tað var heldur ikki í kvøld, at fyrsta stigið hjá klaksvíkingum kom.
Kyndil vann nevniliga sannførandi sigur. Endaliga úrslitið gjørdist 35-16, eftir at Kyndil í hálvleikinum hevði verið á odda 19-8.
Hjá Kyndli var vongspælarin, Høgni Klein Olsen, í kvøld tann stóri spælarin. Hann var suverent toppskjútti á liðnum hjá Kyndli við 12 málum. Næstir honum komu Hørður Sigtórsson og David Edvardsen, sum báðir skutu fimm mál hvør.
Fyri Team Klaksvík skoraði Bogdan Florea flest mál. Hann skoraði seks mál, meðan Hanus Norðberg skoraði fimm mál.
Við sigrinum kom Kyndil í kvøld uppá 21 stig, og fór framvið VÍF á stigatalvuni. Kyndil hevur tó leikt tveir dystir fleiri enn VÍF, og eisini tveir dystir fleiri enn KÍF, sum liggur á triðja plássið. H71 liggur suverent á odda í deildini við 28 stigum.
Kyndil – Team Klaksvík 35-16 (19-8)
Stigatalvan FTZ-deildin:
1. H71 (17 dystir) 28 stig
2. Kyndil (18 dystir) 21 stig
3. VÍF (16 dystir) 21 stig
4. KÍF (16 dystir) 19 stig
5. Stíf (17 dystir) 16 stig
6. Neistin (17 dystir) 13 stig
7. Team Klaksvík (17 dystir) 0 stig