Kyndil bakkar ikki

Kyndil er fyri fyrstu ferð í átta ár í steypafinaluni í kvinnuhondbólti, og í finaluni leygardagin, møta tær Stjørnuni, ið rættuliga hava verið flúgvandi í hesum kappingarárinum

Randi Wardum, ið ikki byrjaði at venja við Kyndli frá uppstartinum, orsakað, millum annað, av hennara fótbóltsørindum í Íslandi metir um vónirnar hjá Kyndli til steypafinaluna leygardagin. Vit høvdu hana á orði gjøgnum telefonina, og hon helt at sjálvt um Stjørnan eru favorittar til at fara við steypinum, so fór Kyndil, undir ongum umstøðum at boyggja seg og handa teimum tað, uttan ein harðan dyst til strikuna.

- Vit eru allar klárar, spentar og topptunaðar til dystin, og vit trúgva at tað letur seg gera hjá okkum at koppa klaksvíkskvinnunum, sigur Randi Wardum.


Verjan er lykilin

- Fáa vit okkara verjuspæl at koyra til fulnar, dugi eg ikki at síggja, hví vit ikki kunnu standa teimum kurl, sigur ein avgjørd Randi Wardum, ið hevur verið ein stórur styrkur hjá Kyndilsliðnum, síðan hon kom aftur á liðið. Hon hevur við sínari styrki og útstráling verið við til at lyft Kyndil nøkur vet hægri, bæði í verju og sannuliga eisini gjøgnum sína skotstyrki, í álopinum.

- Umframt at verjan skal standa stinn, mugu vit vera 100% klárar, tá møguleikin bíðst til álop. Vit mugu og skulu vera effektivar. Hendan sannroynd, saman við einari stinnari verju, má sigast at vera lykilin hjá Kyndli til sigurs, sigur Randi.


Eins og seinast

Seinast Kyndil og Stjørnan møttust í Havn, var í Sunset-kappingini, tá Stjørnan vann 25-19, men hesin munur var ikki allan dystin, so langt frá, sigur Randi.

- Vit vóru sera væl við allan fyrra hálvleik, men í øðrum hálvleiki høvdu vit trupuleikar, og orkan byrjaði at ganga undan. Men vit hava vant nógv og hart síðan tá, og eru klárar til at taka móti Stjørnuni aftur. Kunnu vit finna sama stevið, vit vístu fyrra hálvleiki í tí dystinum, so meti eg at vit hava ein góðan møguleika fyri at vinna, sigur Randi Wardum, ein av profilunum á Kyndilsliðnum.


- Ein finala er altíð ein finala, skilt á tann hátt, at alt kann henda. Vit kempa fyri okkara møguleika, og trúgva at tað letur seg gera, at koppa Klaksvíkskvinnum.

- Sjálvandi eru Stjørnan favorittar, tað vilja tær altíð vera, men vit eru ikki bara til at koppa, tá spælið gongur væl hjá okkum.


Átta ár síðan

Í 2000 var Kyndil fyri seinastu ferð í steypafinaluni hjá kvinnum, og tað ferðina vunnu tær, við bert einum máli móti VB, í einum sonnum gysara. Úrslitið bleiv 22-21, og liðini fylgdust so at siga allan dystin á tamb. Vónandi verður tað eins spennandi nú leygardagin, og tað var tá.

Steypakappingin í kvinnudeildini byrjaði annars afturi í 1987, tá Neistin 1 spældi móti Neistanum 2, og eisini í tí dystinum var bert eitt mál á muni. Úrslitið bleiv bert 13-12. Somu lið møttust aftur í 1988, og tá vóru trý mál á muni (16-13 til Neistan 1).

Tað sum annars hevur sermerkt steypakappingina hjá kvinnunum gjøgnum tíðina, er tann sannroynd, at Neistin hevur verið her, har og allastaðni, men seinastu árini eru tað klaksvíkskvinnur, ið hava havt hendan heiður. Hetta er fimta finalan, ið stjørnan er í á rað, og hava tær vunnið allar tær undanfarnu, við einum undantaki, og tað var í 2006, tá Neistin vann.

Samtalt verður tað níggjunda finalan hjá Stjørnuni, meðan Kyndil, fyri sjeyndu ferð skal royna seg.