Talan var um uppgerð millum tvey av avgjørdu botnliðunum, tá StÍF vitjaði Kyndil í kvinnudeildini.
StÍf byrjaði annars árið væl, men frágongd hevur rakt liðið, sum spakuliga er dottið alt longur niður á talvuni. Somikið langt, at Kyndil nú hevði møguleika at taka tær mest sum aftur, um tær vunnu dystin sunnudagin.
Hjá StÍF ráddi hinvegin um at fáa stigini við sær, so fjarstøðan niður kundi økjast nakað, og hetta eydnaðist teimum eisini.
Rættvísur sigur
Tað var alla tíðina StÍF, sum hevði betra spælið í dystinum. Tær megnaðu at spæla skjótari í álopinum, og verjan hekk betri saman, og longu fyrsta korterið høvdu tær av álvara møguleikar at skapa sær eina hampuliga leiðslu.,
At hetta ikki hendi, kann Kyndil helst bara takka Fríðu Petersen í málinum fyri. Hon hevði fleiri framúr bjargingar, men so hvørt sum hálvleikurin leið, fingu skjúttarnir hjá StÍF tó alt betri tak á henni, og tí fór munurin so spakuliga at kvinka uppeftir.
Seinna umfarið var at kalla sama søgan. StÍF sýndi ongan tíð nakað sum helst tekin um at tveita leiðsluna frá sær, og tó at Kyndil royndi við ymsum snildum, so megnaðu tær ongan tíð at vinna tað mista innaftur.
Enda á botni
Tað tykist heldur ikki, sum um Kyndil longur hevur nakran møguleika at sleppa av botnsessinum, sum liðið hevur hildið heitan alt árið.
Sjálvandi ber tað til í teoriini, at liðið kann vinna Søljuna aftur, men sum avrikini hava verið seinastu vikurnar hjá hesm báðum liðum, so er í øllum førum væntandi, at Kyndil heldur ikki ta ferðina fer at fáa nakað stig við sær.
Dysturin í tølum
Kyndil-StÍF 20-24 (9-13)
Málskjúttar
Kyndil: Randi Wardum 6, Linda Weihe 3, Ann-Mari Wang 3, Annika Thomsen 2, Anja Heinadóttir 2, Lotte Sørensen 2(1), Sabine Frølund 1, Hildur Mikkelsen 1
StÍF: Poula D. Olsen 6, Anna B. Danielsen 6, Milica Ergic 4, Ninna K. Johansen 4, Sunfríð B. Jacobsen 2(2), Beinta Joensen 1, Paula B. Høgnesen 1
Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 6
Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 2
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu ongar trupulleikar av nøkrum.